Poppkorn endaðu stóru barnaskránna á G!

22. jul 2006, 17
Sum altíð var tað Lillian Dalsgaard sum gjørdi framførsluna hjá Poppkorn verda at uppliva. Hon er sera glað og nærverandi á pallinum. Trygg, livandi og alla tíðina í sambandi við tey sum lurta.
:39

Og so megnar hon tað sum hinar stóru gentu-fyrimyndirnar, t.d. Britney Spears og Ashley Simpson, ofta ikki gera: hon syngur live! Útskifting hevur verið millum hinar limirnar í vældámda gentubólkinum, men hetta ger ikki so stóran mun fyri konsertupplivingina, av tí at tað bara er Lillian sum syngur. Hinar dansa. Og so spæla tær at tær syngja viðhvørt, og tað sær løgið út. Tað hoyrist væl, at tónleikurin og kórsangurin eru playback - tað er onki loyndarmál  so tað hevði kanska verið líka gott bara at hildið seg til dansin. Ella enn betri; hvussu við live sangi allan vegin ígjøgnum?
Um tað er tí manningin er nýggj ella ei, so eru dansarinnurnar ikki líka glaðar og tryggar á pallinum sum stjørnan í bólkinum. Spell.
G! konsertin var annars góð. Bara løg av fløguni vóru spæld og fólk tóku væl ímóti. Børn, foreldur og eisini tey mitt ímillum.