Stóra speglið stendur í horninum í stovuni. Tað er meira enn tveir metrar høgt og hoyrir ikki náturliga heima har, ið tað stendur.
Fram við vegginum stendur ein reol, og ovast á henni hevur ein útstappaður lundi sett seg. Hann starir inn í speglið.
Tað er heima hjá Brandi Enni á Tvøroyri, og ungi poppsangarin er eisini orsøkin til, at speglið er komið at standa í stovuni.
? Tað riggar als ikki inn har, men Brandur vildi hava tað, og so mátti tað verða so, sigur Ninni Enni, sum er mamma Brand. Hon smílist, og Brandur fer í holt við at vísa, hvat hann brúkar speglið til.
Hann tveitir eina fløgu hjá Tom Jones í fløguspælaran, og so dundrar sangurin »Sex Bomb« úr hátalarunum. Brandur tekur eina mikrofon í hondina, og so syngur hann við til sangin, meðan hann roynir nýggjastu dansifetini, sum hann skal brúka til sínar egnu framførslur.
? Tá hann gekk til dansiundirvísing, so var tað altíð framman fyri eitt stórt spegl. Tað vildi hann so eisini hava heima, tá hann skuldi venja, greiðir mamman frá.
Næstu tíðina skal Brandur brúka síni bestu dansievni á konsertum í Íslandi og Danmark, har ið hann nú stílar eftir einum tónleikaligum gjøgnumbroti. Men alt byrjaði á Tvøroyri, har Brandur býr og virkar út frá.
Hornið á ferð
Tey standa í gongini og bíða eftir at sleppa avstað. Pápin, mamman, Brandur og eldra systur hansara. Tey spæla øll í hornorkestrinum á Tvøroyri, og hetta kvøldið skulu tey spæla til eitt tiltak í Fámjin.
Tað tekur eitt korter at koyra til Fámjin, og niðan fyri kirkjuna eru fólk við at savnast, tá ið hornspælararnir hvør í sínum lagi koma til bygdina.
Tey hittast í Vesturhøll at gera seg klár til blásturin. Ljóðførini skulu úr kassunum, setast saman og mýkjast eitt sindur. Klokkan er farin av seks, og uttan fyri bíða fólk eftir tí tónleikaliga undirhaldinum.
? Kom nú, vit skulu spæla. Prestur skal vera í Hvalba klokkan hálvgum átta, sigur Jens Knudsen, sum er leiðari fyri orkestrið.
? Ja, og Dagur og Vika kemur klokkan átta, svarar onkur úti í gongini.
Brandur hevur tikið hornið fram, og við nótastativinum í hondini er hann tann seinasti, sum í skundi leitar sær út í myrkið at spæla.
Undirvísing
Brandur hevur altíð hornið við sær, tá ið hann er av bygdini í tónleikaørindum. Tað er kanska eitt fittur teinur frá hornblástri til popptónleik, men ikki hjá Brandi.
? Popptónleikurin hevur tikið nógva tíð seinasta árið, so eg havi ikki havt so góðar stundir at venja á korinettina, men síðani eg eri farin at brúka hornið á konsertunum hjá mær, hevur tað givið mær betri hug at venja og fáa undirvísing, sigur hann.
Brandur plagar at spæla solospælið til sín egna sang, The way I am, og tað ljóðar sannførandi. Hann er meira enn ein sangari, hann er eisini ein tónleikari og nú sangskrivari.
Eftir blásturin í Fámjin fer Brandur í skúlan, har Jens Knudsen skal geva honum eitt sindur av frálæru. Musiklærarin er íðin og nærverandi, meðan Brandur spælir nakrar skalar.
? Einaferð afturat. Og minst til at hava kroppin við í øllum tí, sum tú gert. Bæði tá ið tú spælir horn, og tá ið tú syngur.
Eftir eina ferð upp og niður gjøgnum nótar, gerast tónarnir mjúkari í tí væl upplýstu stovuni á ovastu hædd í skúlanum ? Ave Maria fer at ljóma.
Skúlating
? Brandur, fert tú ikki í song nú?
Hann er komin heim, og mamman heldur, at nú er klokkan vorðin so nógv, at tíð er at tørna inn. Klokkan nærkast ellivu.
? Jú, eg verði beinan vegin liðugur, svarar Brandur.
Hann situr við køksborðið og skrivar ein stíl, sum hann skal lata læraranum dagin eftir. Hann ger sær ómak, og tá ið hann er um at verða liðugur við stílin, er hann so misnøgdur við skriftina hjá sær, at hann skræðir nakrar síður, hann júst hevur skrivað, úr bókini.
? Hatta var so ótýðuligt, so eg skrivi tað umaftur, sigur hann avgjørdur.
Tað verður ein løta, áðrenn hann fer í song.
Morgun
Tað minnir mest um ein spennandi enda av einum James Bond-filmi.
Vekjarin er farin at ýla støðugt og áhaldandi, men tað gongur eina løtu, áðrenn hann verður sløktur.
? Brandur, skalt tú ikki upp nú, sigur mamman, sum nú er komin upp á loftið at fáa tamarhald á støðuni.
? Eg komi nú, svarar Brandur, og eina løtu seinni kemur hann í køkin, har morgunmaturin bíðar á borðinum.
Pápin heldur fyri, at Brandur verður ongantíð liðugur at stákast, og mamman tekur undir við honum.
? Hann er so nógv broyttur seinastu tíðina, heldur hon.
Brandur ger skjótt av, tí hann hevur knappa tíð. Mamman hevur gjørt honum matpakkan, og hon minnir hann á, at fløskan við vatni ikki skal liggja niðri.
Klokkan er nakrar minuttir í átta, tá ið Brandur letur úthurðina aftur og setur kós ímóti skúlanum hendan góða vetrarmorgun. Veðrið er gott, og Brandur klárar at vera í skúlanum til tíðina.
Í skúla
Næmingarnir hittast uttan fyri skúlastovuna, har tey plaga at syngja morgunsang. Tey standa fram við vegginum, og tað er ikki nógv ferð á so tíðiliga á morgni. Tey práta eitt sindur.
? Góðan morgun, tað verður eingin morgunsangur í morgun. Hinir flokkarnir eru til roynd, so tit fara bara inn í stovuna.
Tað er skúlastjórin, sum ber boðini, og í hølunum á honum kemur lærarin, sum skal undirhalda fyrstu tveir tímarnar.
Tey savna matpakkarnar og finna roknibøkurnar fram. Tað er framvegis myrkt uttan fyri, og lærarin roynir at fáa eyguni hjá næmingunum at glógva, tá ið hann fer í holt við dagsins evni ? negativ tøl.
Brandur situr miðskeiðis í stovuni, og hann fylgir við, meðan lærarin greiðir frá um tey negativu tølini.
? So haldi eg, at tit skulu rokna tey trý fyrstu stykkini, heldur hann fyri. Genturnar eru eitt sindur kvikari enn dreingirnir at tveita seg yvir stykkini.
Lærarin gevur eina hjálpandi hond, har tað er neyðugt, og tá ið hann kemur í nánd av Brandi, brúkar Brandur møguleikan at spyrja læraran um sonin hjá honum, sum er tónleikari og býr í Danmark.
? Hann dugir væl at spæla gittar, heldur Brandur fyri, áðrenn hann fer í holt við tølini aftur.
Fríkorter
Brandur stendur uttan fyri hurðina og hyggur.
Eftir hálvan annan tíma í skúlastovuni er dagsins fyrsta fríkorter á skránni. Og tað er akkurát so væl umtókt, sum tað skal vera í einum 7. flokki við lívligum næmingum.
Ein stórur partur av børnunum spæla fótbólt í skúlagarðinum, men Brandur hevur ikki hug at blanda seg uppí. Hann gongur stillisliga aftur og fram eina løtu. Hendurnar eru í lummanum, og um hálsin hevur hann eitt turriklæði. Hann skal ansa eftir røddini.
Hann fer inn aftur í gongina, og har er friður at práta við tvær av gentunum í flokkinum eina løtu. Tá ið tveir dreingir koma innar, kemur meira lív í, og teir takast eitt sindur, áðrenn flokslærarin kemur niður gjøgnum trappurnar.
? Vit skulu upp í teldurúmið at gera postkort, sigur hon.
Tað dámar børnunum væl, og tað er ferð á, tá ið tey fara upp gjøgnum trappurnar.
Framtíðin
Tað skýmir á Tvøroyri. Myrkrið tekur varisliga yvir hendan vakra og stilla vetrardag. Fjørðurin liggur spegilsblankur og innbjóðandi, og tað er næstan ein farri av vári í luftini.
Brandur er komin heim úr skúla, og hann hevur nú frí í tveir tímar, áðrenn hann skal til hornundirvísing.
Hann veit, at næstu mánaðirnar skal hann stríðast fyri gjøgnumbroti í Íslandi og í Danmark.
? Krøvini eru stór, og eg vóni, at eg kann liva upp til tey. At syngja og at vera á pallinum er tað, sum eg tími best, so eg vóni, at tað fer at ganga væl, sigur hann.
Tað er ein púra vanligur gerandisdagur. Kanska er tað stilli áðrenn ódnina. Kanska verður tað bara ein hvirla, sum skjótt hasar av.
Ungi tvørámaðurin hevur spennandi og stórar avbjóðingar fyri framman.