Poppdreingir – og erpnir av tí

- Vit royna hvørki at vera alternativir ella nýskapandi. Vit gera poppsangir, sum skulu vera sitandi í høvdinum á fólki, sigur Johan Mauritzson, forsangari í svenska bólkinum Charizma, ið er eitt av útlendsku nøvnunum á Fjarðafestivalinum í ár

Tá ið teir tríggir Nikolausson-brøðurnir, Bo, Jan og Göran, av fyrstan tíð settu Charizma á stovn í 1984, spældu teir ikki popp, sum teir gera í dag. Við longum permanentaðum hári rokkaðu teir húsini sundur og saman hjá foreldrunum. Júst sum rættir 80’ara rokkarar eiga at gera.


Nógv er hent síðani tá. Mitt í hálvfemsunum ynsktu brøðurnir at ganga nýggjar tónleikaleiðir. Tíðin var farin frá 80’ara rokkinum, og tí var neyðugt at endurnýggja seg og fáa nýtt blóð inn.


Leita varð - og funnið. Thomas Karlsson og Johan Mauritzson, ávíkavist gittaristur og forsangari, løgdust aftrat, og saman settu teir fimm eina nýggja kós. Eina poppkós.


Tann kristni básurin

Samstundis sum tónleikastílurin broyttist, varð eisini hugt eftir mátanum, ið tann kristni boðskapurin varð borin fram:


- Fyrr var alt nógv meiri fýrkantað og áleypandi. Tónleikurin hevði sum so einki at siga. Tað var bara ein miðil, ið varð nýttur til at fáa ein boðskap fram, sigur forsangarin Johan Mauritzson.


- Men soleiðis er tað ikki longur. Ella tað halda vit í øllum førum ikki. Tekstirnir eru sjálvandi umráðandi, men eins nógv og tekstirnir kunnu røkka út, so kann tónleikurin eisini geva fólki nakað og røra nakað inni í teimum.


Samrøðan flytur seg yvir á kristnan tónleik:


- Um tú hugsar um tað, so eru tað bara kristindómur av heimsins átrúnaðum, sum hava ein heilan tónleikastíl fyri seg, christian music. Og tekur tú til dømis USA, so selur kristin tónleikur næstan eins nógv og country. Og country selur nógv har yviri!


- Men eg haldi ikki, at skilnaður og frástøða er tað rætta. Í Svøríki var tað soleiðis fyrr, at allur kristin tónleikur var koyrdur í ein bás, og var tú kristin og ynskti at spæla tónleik, so var tað bara inni í hesum básinum, at tú vart góðtikin.


- Tíbetur er hetta broytt og liggur í fortíðini. Bólkar sum Switchfoot og The Fray, har øll manningin er persónliga kristin, marknaðarføra seg ikki sum kristnir bólkar og hoyra til ikki-kristin plátufeløg. Av tí sama røkka teir nógv longri út og avmarka seg ikki til kristna lurtaran eina.


Um sín egna bólk sigur Johan:


- Vit í Charizma eru allir kristnir, og trúgvin er ein natúrligur partur av okkara lívið. Hetta kemur sjálvandi til sjóndar í okkara tekstum og tónleiki, men vit hava ikki hug til at avmarkað okkum bara til kristin. Vit vilja røkka longri.


Pólskar stjørnur

Seinastu árini hevur Charizma gjørt um seg á svenska hittlistanum. Lagið ‘Waiting (Here for you), av seinastu fløgu teirra ‘Life in 3D’, var sjey vikur á svenska hittlistanum og náddi heilt upp á eitt triðja pláss.


Men mest spennandi projektið hjá bólkinum seinastu tíðina, var luttøkan í pólsku Eurovision sangkappingini í februar í ár:


- Saman við týska teknobólkinum Scooter høvdu vit eina konsert í Pólandi fyri góðum ári síðani. Framførslan gekk so mikið væl, at fólkið har niðri eggjaðu okkum til at luttaka í pólsku Eurovision sangkappingini.


- Vit fóru heim aftur til Svøríkis og í desember mánaði í fjør fingu vit at vita, at okkara lag ‘Emily’ var millum tey tíggju, ið skuldu kappast um at umboða Póland.


Framman fyri 10 milliónum sjónvarpshyggjarum spældu teir lagið ‘Emily’, og hóast teir ikki vunnu, komu nógvar konsertir og nógv útvarpstíð í kjalarvørrinum á luttøkuni:


- Hóast vit ikki hava útgivið nakað í Pólandi, so eru vit væl kendari har enn í Svøríki. Fólk kenna okkum aftur á gøtuni, og vit hava verið nógv í pólsku miðlunum.



Nýtt á veg

Teir fimm, Bo, Jan, Tomas, Johan og Göran, hava allir arbeiði við síðunar av Charizma. Onkur arbeiðir innan fyri marknaðarføring, onkur er lærari og Johan sjálvur hevur sítt egna grafikaravirki:


- Allir hava vit eitt arbeiði við síðurnar av, og tað er nakað, sum vit hava tað fínt við. Hetta merkir tó, at tað heila tekur eitt sindur longri tíð, tí tað sum sagt er nakað, sum vit gera við síðurnar av.


- Sjálvandi hevði tað verið stuttligt at liva av tónleikinum, men tað er ikki okkara mál. Hendir tað, so hendir tað.


Seinasta útgávan hjá Charizma, ‘Life in 3D’, kom út í 2003, og tað er eitt sindur síðani nú. Hvussu sær framtíðin út?


- Vit eru júst farnir í upptøkuhøli við nýggjum tilfari og ætla at hava fyrsta staklagið klárt longu í oktober.


- Hesu ferð fara vit eitt sindur annarleiðis til verka, enn vit eru vanir. Í staðin fyri at taka alla fløguna upp og síðani geva út stakløg, so fara vit hinvegin nú. Eitt lag verður tikið upp í senn og síðani givið út. Og vit miðja eftir at hava eina fløgu klára fyrst í næsta ár.


Poppur – punktum

Charizma leggur seg eftir at gera melodisk og fangandi løg, sum festa seg í minni á lurtaranum. Tónleikurin er lættur og glaður, og tað er eisini ætlanin:


- Okkara tónleikur er rættiliga beint fram. Vit royna hvørki at vera alternativir ella nýskapandi. Vit gera poppsangir, sum skulu vera sitandi í høvdinum á fólki. So einfalt er tað, sigur Johan, sum tó leggur aftrat:


- Komandi fløgan verður eitt sindur tyngri enn undanfarna. Meðan ‘Life in 3D’ var reinur poppur, so verður meiri popprokkur yvir komandi útgávuni.


Gleða seg til regnið

Á heimasíðuni hjá bólkinum stendur at lesa um føroyavitjanina:


- Vit eru sera spentir upp á hesa konsertina. Í august fara vit til Føroya at spæla á Fjarðafestivalinum. Ein sera spennandi ferð!


Og Johan gleðir seg:


- Eitt tað besta við at vera í Charizma er at ferðast og møta nýggjum mentanum. Vit hava spælt í meiri enn 15 londum kring heimin, og vit elska at møta nýggjum fólki og práta við fjepparar.


- Tá ið vit funnu út av, at vit skuldu til Føroyar, vóru vit ovurfegnir. Vit gleða okkum at vitja landið, har tað sigst at regnið býr, sigur ein skemtingarsamur Johan at enda.



FAKTA:


Manning

Johan Mauritzson: sang og ljómborð

Tomas Karlsson: gittar og røddir

Göran Nikolausson: gittar og røddir

Bo Nikolausson: bass og røddir

Jan Nikolausson: trummur