Poppdiddur á Summar Festival

Gentubólkurin FAROE5 fer at spæla á Summar Festivalinum í ár

 

FAROE5 er eitt heitt navn í føroyskum popptónleiki. Hóast tað er liðið eitt ár, síðani fyrsta fløgan hjá teimum kom út, verða genturnar framvegis tráðspældar í føroyskum útvarpi, og FAROE5 hevur mest sum verið fast inventar á 15 teimum bestu, sum er hitlistin hjá teimum ungu.

 

Fimm ungar kvinnur manna FAROE5, og tær vórðu valdar eftir almenna upptøkuroynd, har nógvar evnaríkar gentur bjóðaðu seg framman. Valið fall á Jónvá, Lillian, Astu, Ragnhild og Vígdis.

 

Sangurin Bara 1 Spæl gjørdist stóra gjøgnumbrotið hjá FAROE5, men síðani hava sangir sum Eina Langa Nátt og Tell Me Now verið stór hitt í Føroyum.

 

Og FAROE5 hava spælt eina ørgynnu av konsertum, síðani tær tóku fyrsta stigið inn á føroyska tónleikapallin. Bólkurin er betri live enn nakrantíð áður, og genturnar í FAROE5 eru til reiðar við einum ordans konsertbraki á Summar Festivalinum í august.