Í dag er nummar níggju í røðini av fløguni Popp List komin út, sum gevur sítt boð uppá tað besta innan føroyska tónleik í løtuni. Nú er enn ein útgáva av Popp List komin á marknaðin, hesaferð nummar níggju í røðini.
Á fløguni eru 20 løg, har fleiri av teimum kendastu innan føroyskan tónleik eru at finna.
Nevnast kunnu bólkar sum The Ghost, Eivør, Teitur, Marius, Eyðun Nolsøe og Kim Hansen, Páll Finnur Páll, Lyon og Jákup Veyhe.
Fløgan er komin í handlarnar í dag.