Popp kongurin, Michael Jackson hevur verið friðarligur í eini 7 ár, og sum vit vita, hevur tað ikki gingið ov væl fyri hann hesa tíðina. Nú vendur hann aftur við einum sukursøtum poppsangi. Sangurin er gjørdur saman við Akon, og ber heiti ?Hold my hand?. Talan er um eina duet, sum m.a. eisini er lagdur út á YouTube, har tað ber til at lurta eftir honum. Slatur hevur verið um eitt samstarv ímillum hesar báar stjørnurnar, síðani Akon var við á fløguni ?Thriller 25?, so nú er bara at bíða.