- Eg havi valt at flyta til Danmarkar, tí unnusta mín er donsk, og tí eg havi vunnið alt í Føroyum og tí gjarna vil víðari, sigur Krzysztof Popczynski við Århus Stifstidende. Danska 2. deildarfelagið hevur gjørt ein trý ára sáttmála við Krzysztof Popczynski, og tað fegnast tey um. - Vit eru sera fegin um at fáa Krzysztof til felagið. Hann hevur víst stóran áhuga fyri starvinum, og hann hevur eina spennandi fótbóltsfilosofi, sum vit gleða okkum til at fáa innført her í felagnum, sigur Aarhus Fremad í tíðindaskrivi. Krzysztof Popczynski hevur áður spælt í donskum fótbólti – tað var fyri Esbjerg. Síðani hevur hann vant VB, GÍ, HB og TB í føroyskum fótbólti. Í farnu viku kom fram, at Krzysztof Popczynski ikki skuldi halda fram á Tvøroyri, men longu nú hevur hann fingið nýtt starv.