Popczynski heldur fram

Krzysztof Popczynski, sum hevur verið venjari hjá fleiri føroyskum feløgum, hevur longt sín sáttmála við Aarhus Fremad

Tað var í 2008, at Krzysztof Pop­czynski takkaði fyri seg í føroysku kappingini og fór til Danmarkar. Tilboðið sum høvuðs­venjari hjá Aarhus Fremad, sum spælir í triðbestu donsku deildini, var meira áhuga­vert. Tá var liðið í mið­bólkinum í deildini. Nú er Popczynski partur av stríðnum um uppflyting.
Nú er sáttmálin longdur fram til summarið 2013.
– Hann hevur gjørt eitt frálíkt arbeiðið. Felagið flytir seg rætta vegin við honum sum høvuðsvenjara, sigur Søren Østergaard, formaður í fel­ag­num.
Aarhus Fremad er á triðja­plássi í 2. division Vest, seks stig aftan fyri oddaliðið Blokhus FC. Liðini bresta saman í morgin.