Yvir hundrað ára gamla amerikanska bilmerkið Pontiac hjá General Motors fer eftir øllum at døma í søguna. Tað minkar burturav bilmerkjunum hjá General Motors í USA. Fyri nøkrum árum síðan, varð seinasti Oldsmobile gjørdur, og nú sær tað út til at meira enn 100 ár gamla bilmerkið Pontiac fær somu lagnu, siga keldur sum standa leiðsluni í General Motors nær.
Í 1906 læt fyritøkan Pontiac Spring & Wagon Works upp í eina verksmiðju í statinum Michigan. Síðan 1926 hevur Pontiac verið eitt sjálvstøðugt bilmerki hjá General Motors.
Roknað verður við, at fleiri onnur bilmerkir hjá General Motors fara at hvørva blíva í komandi tíðum, men bilmerkir sum t.d. Chevrolet, Buick og Cadillac koma at yvirliva.