Ponti deyður

Italski filmleikstjórin Carlo Ponti, sum var giftur við kendu filmkvinnuni Sofiu Loren, doyði í síðstu viku. Hann var 94 ára gamal. Carlo Ponti varð jarðaður í heimbýnum Magenta nærhendis Milano, og nógv fólk fylgdu honum til gravar, skrivar AP. Carlo Ponti og Sofia Loren, sum nú er 72, vóru gift í næstan 50 ár, og tey fingu tveir synir. Hann var 22 ár eldri enn hon.