Polskur patologur uppá pláss

Fyrr í mánaðinum byrjaði polendingurin, Maciej Jan Kaminski í starvinum sum patologur á Landssjúkrahúsinum. Hann hevur áður starvast sum slíkur í Polen, men er nú farin til verka í Føroyum.

Ein av uppgávum hansara verður at byggja upp ta tænastuna, sum tann patologiska deildin ikki hevur kunnað gjørt til fulnar í eina tíð.
Neyðugt hevur tí verið at sent allar royndirnar av landinum, til Rigshospitalet í Danmark. Men hetta verður ikki neyðugt so leingi aftrat, nú hesin patologurin er farin til verka.
Landssjúkrahúsið hevur havt  og hevur framvegis  eina avtalu við Rigshospitalet um hesar kanningarnar. Henda avtalan verður galdandi í eina tíð aftrat, meðan tann føroyska deildin so líðandi fer at taka yvir hetta arbeiðið.
- Endamálið er eisini at stytta um svartíðina uppá royndirnar, sum higartil hava verið sendar til Danmarkar, upplýsir Tummas í Garði, læknastjóri.
Samstundis verða møguleikar skaptir fyri at gera tað fakliga umhvørvið á Landssjúkrahúsinum betri, eins og gjørligt verður at taka uppaftur arbeiðið at gera obduktiónir.