Polsku flogskipararnir blivu ávaraðir

Kanningar av teimum svørtu kassunum í polska forsetaflogfarinum, sum datt niður í Russlandi í vár, vísa, at tann sjálvvirkandi trygdarskipanin bað flogskipararnar taka flogfarið longri upp. Skipanin ávaraði flogskipararnar í 20 sekund, men teir gjørdu ikki eftir boðunum.

Løtu seinni bar flogfarið við eitt træ og datt niður tætt við flogvøllin í russiska býnum Smolensk, og øll tey 96, sum við vóru doyðu. Teirra millum var polski forsetin, Lech Kaczynski.

Polsku myndugleikarnir hava í dag almannakunngjørt ein part av tí, sum er at hoyra og síggja í teimum svørtu kassunum.