Polski forsetin fingið koronu

Stórur vøkstur í smittuni í Polandi

Forsetin í Polandi, Andrzej Duda, hevur fingið staðfest koronuvirus.

Sambært BBC fekk Duda staðfest Covid-19 í gjár, men sum skilst hevur forsetin tað gott.

Duda legst sostatt aftrat fleiri ríkisleiðarum, teirra millum Donald Trump, Boris Johnson og Jair Bolsonaro, ið hava fingið staðfest smittuna, síðani hon fór at gera um seg um ársskiftið.

Eins og í nógvum øðrum evropeiskum londum, er stórur vøkstur í talinum á koronusmittaðum í Polandi, og fríggjadagin fingu 13.600 fólk í Polandi staðfest smittuna. Tað er hægsta smittutalið, ið Poland hevur havt á einum degi higartil.

Sum avleiðing av øktu smittuni, hevur polska stjórnin latið stórar partar av Polandi aftur, og afturlatingini hevur millum annað rakt skúlar og matstovur.

Tað er ikki greitt, hvaðani ella nær Duda hevur fingið smittuna, men BBC sigur, at hann mánadagin hittist við bulgarska forsetanum, Rumen Radev, í Talinn í Estlandi, og at Radev er síðani farin í sóttarhald.