Pólska stjórnin vil linka stranga abortlóg

Pólska stjórnin er til reiðar at leggja fram eitt lógaruppskot, sum skal linka tað næstan totala forboðið ímóti abort í katólska landinum.

 

Donald Tusk, forsætisráðharri í Póllandi Mynd: Aleksandra Szmigiel/Reuters/Ritzau Scanpix

– Vit eru til reiðar innan teir komandi tímarnar at leggja fram eitt lógaruppskot fyri tingið um lógligan og tryggan abort fram til 12. viku, segði Donald Tusk, forsætisráðharri.

Táverandi konservativa pólska stjórnin ruddaði í januar í 2021 vegin fyri eini lóg, sum við fáum undantøkum bannaði aborti í Póllandi.

Lógin hevði við sær umfatandi fólkslig mótmæli í Póllandi.

Eftir tjóðartingsvalið á heysti í fjør, misti nationalkonservativi flokkurin Lóg og Rættvísi PIS valdið, og Donald Tusk úr Borgaraflokkinum gjørdist forsætisráðharri.

/ritzau/AFP

 

Donald Tusk, forsætisráðharri í Póllandi Mynd: Aleksandra Szmigiel/Reuters/Ritzau Scanpix