Eins og í fjør, hava tey á Hotel Føroyum fingið afturmeldingar frá fólki, bæði innan- og uttanlands, um lívið í tjaldursreiðrinum, sum verður varpað beinleiðis út á internetið við einum vevmyndatóli.
Harímillum er Maria Górzy?ska, ein polsk kvinna, sum fortelur um, hvussu tey hugna sær við at eygleiða tjaldursparið niðri í Warszawa í Pólandi. Hon fortelur hon, at tey eru ein bólkur av fuglafjepparum, sum hvønn dag sita og hyggja eftir reiðrinum. Hetta gjørdu tey eisini í fjør.
Í brævinum takkar hon fyri møguleikan at eygleiða tjaldursparið, og hon heldur tað verða eitt sera gott hugskot, at seta eitt vevmyndatól upp.
Men, polsku fuglafólkini sakna upplýsingar um tjøldrini. Eitt nú spyrja tey, nær fyrsta eggið varð lagt, og nær roknað verður við, at tjøldrini fara avstað aftur, umframt, hvar ungarnir eru gitnir. So møguliga fer onkur at skriva upplýsingar um tjøldrini á enskum, so útlendsku gestirnir eisini kunnu lesa um tey.
Hvønn dag seinastu vikurnar hava pólendingarnir lagt myndir av tjøldrunum út á eina polska heimasíðu, har tey eisini skriva dagbók frá lívinum í reiðrinum. Dagbókin og myndirnar eru at finna á polsku heimasíðuni bocianyzprzygodzic.pun.pl/viewtopic.php.