Pólsku myndugleikarnir siga, at teir eru sinnaðir at senda stríðsvognar av slagnum, Leopard, til Ukraina.
Hetta veit tíðindastovan Reuters at siga í dag, og lagt verður aftrat, at Pólland ynskir at senda Ukraina stríðsvognarnar, sum ein part av felags átøkunum móti Russlandi.
Á einari vitjan í ukrainska býnum, Lviv, sum liggur nær markinum til Póllands, bar pólski forsetin, Andrzej Duda, hetta fram.
Norski obertsloytnanturin, Palle Ydstebø, starvast við Krígsskúlan í Noregi.
- Avgerðin hjá Póllandi skal helst vera viðvirkandi til, at eisini Týskland fer at lata krígsherjaða landinum stríðsvognar av slagnum, Leopard, sigur hann.