Pólland hevur ætlanir um at senda 10.000 hermenn aftrat til markið við Hvítarussland.
Hetta skal í fyrsta lagi gerast sum stuðul til marknaðvaktirnar, sum longu eru við markið.
Tað sigur pólski verjumálaráðharrin, Mariusz Blaszczak.
- 10.000 hermenn aftrat verða sendir til markið við Hvítarussland, so landið ikki torir at leypa á.
Verjumálaráðharrin segði, at 4000 av hesum skulu stuðla marknaðvaktunum, og 6000 verða til at taka.
Hetta segði Mariusz Blaszczak í einari samrøðu í almennum útvarpi í Póllandi í morgun.