Pólland styrkir markið av ótta fyri Wagner

Pólski forsetin, Andrzej Duda, heldur, at tað, at Wagner-bólkurin nú er í grannalandinum, Hvítarusslandi, krevur eitt týðiligt svar úr USA.

Pólsk hernaðarakfør, sum seinasta leygardag vóru á veg móti markinum har eysturi í landinum.

Møguleikin fyri, at leiguhermenn hjá russiska Wagner-bólkinum flyta til Hvítarusslands, sum partur av avtaluni um ikki at gera uppreistur í Russlandi, hevur gjørt, at Pólland styrkir markið móti grannalandinum, Hvítarusslandi.

 

Tað veit tíðindastovan BBC at siga í dag.

 

Fyri Nato-toppfundin í Vilnius hesa vikuna, hevur pólska stjórnin ávarað um, at Wagner-herlið kunnu verða brúkt til at skapa fleiri trupulleikar. Tí hevur Pólland valt at styrkja markið millum londini við fleiri hundrað hermonnum.

 

Pólski forsetin, Andrzej Duda, heldur, at tað, at Wagner-bólkurin nú er í grannalandinum, Hvítarusslandi, krevur eitt týðiligt svar úr USA.

 

- Um Wagner-bólkurin hevur sínar hópdrápsmenn í Hvítarusslandi, kann hetta hótta øll grannlond og gera londini óstøðug, hevur Andrzej Duda sagt.

 

 

 

Pólsk hernaðarakfør, sum seinasta leygardag vóru á veg móti markinum har eysturi í landinum.