Pólland noktar at spæla HM-undandyst ímóti Russlandi

Eftir ætlan skulu Pólland og Russland spæla HM-undandyst í mars, men Pólland noktar at spæla.

 

– Eg kann ikki ímynda mær at spæla dyst ímóti russiska landsliðnum í eini støðu, har hernaðarligar atsóknar verða framdar í Ukraina. Russiskir fótbóltsspælarar og viðhaldsfólk hava ikki ábyrgdina av hesum, men vit kunnu ikki lata sum einki er hent, sigur Robert Lewandowski á Twitter. (Arkivfoto) - Foto: Valentine Chapuis/Ritzau Scanpix

Pólska Fótbóltssmbandi noktar at spæla ein HM-undandyst ímóti Russlandi. Tað skrivar formaðurin í fótbóltssambandinum, Cezary Kulesza, á Twitter.

Orsøkin er innrásin í Ukraina, greiðir hann frá.

– Nú er tíð at gera nakað. At økjandi russisku hertøkuni í Ukraina vil pólska landsliðið ikki spæla playoffdystin ímóti Russlandi, skrivar hann.

Hann leggur afturat, at pólska fótbóltssmabandið er í samskifti við fótbóltssambondini í Svøríki og í Kekkia um at koma við eini felags fráboðan til altjóða fótbóltssambandið Fifa.

Dysturin millum Pólland og Russland skal eftir ætlan spælast 24. mars. Uppgerðin skal vera í Moskva, og Fifa hevur enn ikki tikið støðu til, um russiskir felags- og landsdystir komandi tíðina skulu flytast av landinum.

Tað er fyrstu playoffdysturin, har fýra tjóðir luttaka og stríðast um atgongd til HM í Qatar.

Stóri profilurin á pólska landsliðinum, áleyparin Robert Lewandowski, skrivar á Twitter, at »tað er tann rætta avgerðin« at nokta at spæla dystin.

– Eg kann ikki ímynda mær at spæla ein dyst ímóti russiska landsliðnum eftir at Russland hevur gjørt innrás í Ukreina. Russiskri fótbóltsspælarar og viðhaldsfólk hava ikki ábyrgdina av hesum, men vit kunnu ikki lata sum um einki er hent, sigur hann.

32 lið skulu finnast til endaspæli í HM, sum verður frá 21. november til 18. desember í Qatar. 17 av liðunum eru enn ikki funnin.

Meðan Fifa enn ikki hevur tikið støðu til dystirnar í Russlandi, gjørdi Uefa av í gjár, at russisk og ukrainsk feløg fyribils skulu spæla sínar heimadystir á uttanveltaðum vølli.

/ritzau/

 

 

 

– Eg kann ikki ímynda mær at spæla dyst ímóti russiska landsliðnum í eini støðu, har hernaðarligar atsóknar verða framdar í Ukraina. Russiskir fótbóltsspælarar og viðhaldsfólk hava ikki ábyrgdina av hesum, men vit kunnu ikki lata sum einki er hent, sigur Robert Lewandowski á Twitter. (Arkivfoto) - Foto: Valentine Chapuis/Ritzau Scanpix