Pólski veitarin, Pern, sum veitir olju um stóru rørleiðingina, Druzba, sigur, at leki er staðfestur á aðrari leiðingini av tveimum.
Fyribils veit eingin, hví rørleiðingin er farin at leka. Meðan onnur leiðingin lekur, virkar hin sum vanligt, verður lagt aftrat.
Druzjba-rørleiðingin er heimsins longsta. Hon varð bygd av Sovjetsamveldinum í 1964 at flyta olju úr Russlandi til Evropa.
Sagt verður, at leiðingin hvønn dag flytir tvær miljónir føt, og hetta er leiðingin, sum flytir størstu nøgdirnar av olju úr Russlandi til Evropa.
Tað eru fleiri útlendskir miðlar, sum bera hesi tíðindi í morgun, og millum miðlarnar er tíðindastovan, Reuters.









