Pólland: Hermenn úr Vesturheiminum eru í Ukraina

Tað er eitt alment loyndarmál, at vesturlendskir hermenn eru í Ukraina, sigur uttanríkisráðharrin í Póllandi, Radoslaw Sikorski.

 

– Sum kanslari tykkara segði, eru longu nøkur herfólk úr stórum londum í Ukraina, segði Radoslaw Sikorski í dag við tíðindastovuni dpa. (Arkivfoto). - Foto: Sergei Gapon/Ritzau Scanpix

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, hevði í februar viðmerkinga, sum millum ávísar politikarar varð tulkð sum beinleiðis váttan av, at bretsikir og franskir hermenn eru í Ukraina fyri at hjálpa teimum at handfara missil.

Scholz segði, at týskarar eru ímóti at senda Taurus-missil til Ukraina. Tí týskarar kunnu ikki taka lut í málstýring av missilum hvørki úr Týsklandi ella í Ukraina.

– Hvat bretar og fransar gera við máleftirliti og stuðuli til máleftirlit, kann ikki gerast í Týsklandi, segði Scholz.

/ritzau/dpa

 


 

 

– Sum kanslari tykkara segði, eru longu nøkur herfólk úr stórum londum í Ukraina, segði Radoslaw Sikorski í dag við tíðindastovuni dpa. (Arkivfoto). - Foto: Sergei Gapon/Ritzau Scanpix