Tað er ikki á hvørjum degi, at pólsk tiltøk verða fyriskipað í Føroyum. Í dag frá klokkan 14 verður tó møguleiki hjá bæði føroyingum og pólendingum í Føroyum at síggja og merkja nakað til modernaða pólska filmsmentan í Norðurlandahúsinum.
- Vit ynskja at vísa filmar, sum fingu góða móttøku Póllandi, hava listarligt virði og geva hyggjaranum nakað at hugsa um. Hetta eru filmar, sum vit eru stolt av, og vit ynskja, at føroyingar eisini skulu fáa møguleika fyri at síggja teir. Endamálið við tiltakinum er eisini at niðurberja fordómarnar, at Pólland ikki er annað enn vodkadrekkandi menn, sum onga framtíð hava, siga fyrireikararnir.
Á skránni í Norðulandahúsinum verða tveir spælifilmar og ein stuttfilmur, ið var í uppskoti til Oscar virðisløn. Báðir spælifilmarnir høvdu íblástur í veriligum hendingum.
Tann fyrri spælifilmurin, ”Boisko bezdomnych" ella "Offsiders", greiðir frá einum fótbóltsliði, skipað við monnum, sum høvdu ymsar trupulleikar at dragast við og fingu ilt við at skapa eina vanligu tilveru. HM fyri heimleys er teirra einasta vón at fáa nakað burtur úr lívinum. Seinni filmurin, "Chce się żyć" ella "Hugurin at lova", snýr seg um ein spastiskan drong, ið vegna sína ringu heilsustøðu hevur torført við at samskifta við umheimin. Men hann fellur ikki í fátt og vísir bæði stríðsvilja og lívsgleði. Filmarnir verða sýndir við enskum undirteksti og byrja ávikavist klokkan 14.15 og 17.15. Oscar nomineraði stuttfilmurin "Katedra" ("Dómkirkjan") verður vístur kl.17:00.
Í stegðinum verður eisini høvi til at royna okkurt av pólskum mati og at hoyra eitt sindur um Pólland. Tiltakið er fyriskipað við stuðli frá pólsku sendistovuni í Keypmannahavn. Øll eru hjartaliga vælkomin. Pólski filmslistadagurin í Norðurlandahúsinum byrjar kl.14:00 og endar umleið kl.18:30. Tað er ókeypis atgongd.