Schandorff Vang
Skakandi var at hoyra Útvarp Føroya bera tíðindi um samrøða millum Høgna Hoydal og danska løgmálaráðharran eftir vitjan teirra í Noregi nakað her fyri.
Greitt var, at talan ikki hevði verið um samráðingar, men bert eina samrøðu, har løgmálaráðharrin enn einaferð vísti Høgna á, at danir ikki ganga við til, at politiið verður yvirtikið.
Hetta skuldi eftir øllum at døma (sum ÚF bar tað fram) hava fingið øði í Høgna, sum skuldi hava verið nakað hvassorðaður og buldrandi, sum altíð. Hann hevur, eftir sum tað ljóðar, heilt greitt hótt løgmálaráðharran og borið fram, at "so gera vit tað bara álíkavæl" og so mugu danir taka tað, sum tað er.
At tað so er komið til linnan og danir siga seg vilja bøta um hetta við serligum lógum, er bert at harmast um. Vónandi koma hesir serfrøðingar á økinu til fornuft og lata politiið verða har tað er í dag - felags við danir.
Men er ein tílík serlóg ikki at tulka sum broyting av Heimastýrislógini?
Er tað ikki júst Heimastýrislógina Høgni ikki vil broyta?
Høgni - gevst at villeiða fólkið. Viðurkenn, at tað arbeiðið tit skuldu gera í serligu politinevndini er miseydnað.
Gevst at misbrúka tey fólk, sum sita eftir í politinevndini, tí tey hava als einki skil fyri, hvat politi er fyri nakað og hava tí ikki neyðuga førleikan at greina málið fult forsvarligt.
Gevst við tíni hysterisku politisku framtúran í rættar- og politimálinum, tí tú setur rættartrygd føroyinga í stóran vanda.
Og ikki bara tað - mær er komið fyri oyra, at fittur partur av tí, sum tú hevur sagt vera kannað á ávísum stað, er als ikki kannað. Hetta er komið fram við eftirkannandi fyrispurningum. Tað var eisini sjón fyri søgn í Degi og Viku 2. oktobur, tá tú sjálvur bar fram soleiðis: "Vit hava ikki fingið innlit í ... politi seinastu 3 árini", løgmálaráðið hevur ikki vilja lata nakrar dyr upp.
Hervið bleiv váttað, at alt annað hevur verið lygn.
Er tað so, at tú ber fram ósannindir í so týdningarmiklari nevnd og so týdningarmiklum máli - bert av reinari yvirtøku- og maktgyrnd?
Høgni er eisini beinleiðis spurdur um hvørjar útrokningar fyriliggja. At vísa til eina bílagda Hvíta Bók sigur ikki nógv í hesum føri.
Hvar eru tínar keldur?
Hvar eru tínar neyvu útrokningar?
Hvørjar frimlar hevur tú brúkt fyri at koma til tínar 60 mió. krónur?
Skjalprógva tú hetta meiri enn at vísa á eina Hvíta Bók, tí eg veit fyri víst, at úr løgmálaráðnum í Keypmannahavn hava dyrnar verið stongdar fyri at geva tær allar neyðugu upplýsingarnar (tað hevur tú sjálvur váttað).
Eg vildi meint, at Høgni hevur ført seg fram á ein tílikan hátt, at misálit eigur at verða reist móti honum sum landsstýrismann.
Sum støðan er í dag ber alt fram móti einum framhaldandi ríkisfelagsskapi við danir - lat okkum gleðast um tað. Tí vil eg enn einaferð taka fram útsagn frá Sambandsflokkinum um at "...felags løgregla er eitt av grundleggjandi málunum í einum ríkisfelagsskapi".
At enda. Í dimmalætting 9. oktobur hevði Høgni Hoydal grein har eg festi meg við 2 setningar, sum hann helst ikki fatar handla allar mest um hann sjálvan - "Í Føroyum er langt síðan farið langt út um mark". Ja - vit eru sera nógv, sum halda, at júst tú ert farin langt út um mark.
Hin setningurin var "Latið okkum eggja til at hvessa vitið - ikki til at skerpa óvitið". Væl ert tú vitugur maður, men tá talan er um vælferð og rættartrygd føroyinga, sýnist vitið ikki at strekkja langt hjá tær!