Løgreglan í Havn leitar nú eftir einum manni, sum sló ein politist í nátt.
Tað var um hálvgum fimm tíðina, at ófriður kom á fólk í miðbýnum í Havn og tá ið løgreglan kom á staðið, endaði tað við, at ein løgreglumaður varð sligin í høvdið. Løgreglan sigur, at hann fekk onkrar snuddir í høvdið av slagnum, men annars slapp hann burtur úr tí.
Løgreglan sigur, at tey vita hvør tað er, sum sló politistin og at tey nú leita eftir honum.
Annars fekk onkur bót fyri at hava brotið politiviðtøkurnar í sambandi við ófriðin, sum tók seg upp.
Annars hevur verið stak friðarligt. Fótbóltsárið endaði í gjár og av tí sama var rættiliga nógv fólk í býnum, men tað var stað friðarligt, sigur løgreglan.