Politistøðin flytur úr Miðvági

Mikudagin flytir úr Miðvági og í nýggj høli í umsitingarbygninginum á flogvøllinum.

Mikudagin flytir politistøðin úr Miðvági og í nýggj høli í umsitingarbygninginum á flogvøllinum.

 

Higartil hevur løgreglan í Vágum hildið til á politistøðini í Miðvági, men har verða dyrnar stongdar týsdagin, áðrenn opnað verður á flogvøllinum mikudagin.

 

Løgreglan sigur, at fram til 31. august verður avgreiðslan opin týsdag og mikudag frá kl. 10 - 14.

 

Frá 1. september verður avgreiðslan opin gerandisdagar frá kl. 10 - 14.