Politistar í Føroyum sjúkir av at fara til arbeiðis

ARBEIÐSUMHVØRVI Í spildurnýggju politistøðini í Havn, eru umstøðurnar so vánaligar, at næstan allir politistar og øll skrivstovufólk verða sjúk, hvønn einasta dag, tey fara til arbeiðis

Áki Bertholdsen

Rannvá Gaard Fossaberg

- Nú er tolið uppi og tað kann koma tann dagur, tá ið vit ikki vilja fara til arbeiðis.
Jan Poulsen er formaður í Politistafelag Føroya og hann sigur, at umstøðurnar, politistarnir hava at arbeiða undir, at hetta kann ikki ganga longur.
Fyri góðum tveimum árum síðani flutti politiið úr gomlu politistøðini í Jónas Broncksgøtu, tí har varð blámusoppur.
Ístaðin varð flutt í spildurnýtt hús Yviri við Strond.
Men tað var sum at fara úr økuni í eldin.
- Vit høvdu hoyrt graml um, at blámusoppur eisini er í nýggju politistøðini, sigur Jan Poulsen.
- Og tað vísti seg eisini skjótt, at okkurt var galið, tí fólk fóru at vísa sjúkutekin, tá ið tey komu til arbeiðis.

Illa plágað
Síðani hevur tað bara vundið upp á seg.
Og nú hevur Politistafelagið staðið fyri eini kanning, har 75 starvsfólk hjá politiðnum eru spurd um tey verða ótilpass, ella hava sjúkutekn, tá ið tey eru til arbeiðis.
Og úrslitið kemur heilt óvart á formannin í Politistafelagnum.
- Tað vísir seg, at av teimum 75 fólkunum, sum vórðu spurd, eru tað bara fimm, sum siga, at tey merkja einki.
Øll hini 70 fólkini hava ampar í størri og minni mun, hvørja ferð, tey eru til arbeiðis.
- Hjá 10-12 starvsfólkum er tað so álvarsligt, at tey noyðast at taka heilivág dagliga fyri at kunna vera til arbeiðis.
Vanligu sjúkuteknini eru høvuðpína, skriði í eygunum og turr húð. Men nógv eru eisini óvanliga troytt, hava trupulleikar at miðsavna seg um arbeiðið, hava kvalma og hava skriða um allan kroppin.
Fleiri fáa sár ymsastaðni. Eru tey burtur frá arbeiði eina tíð, er alt í lagi, men so títt og knapt, tey koma aftur, bróta sárini upp aftur.
Somuleiðis eru nógv illa fongd við krími, ella tey missa málið í størri og minni mun
Jan Poulsen sigur, at alt hetta hevur eisini elvt til fleiri sjúkrameldingar.
Sjálvur er hann illa plágaður.
- Eg verði hásur og trongur fyri bringuna, hvørja ferð fari til arbeiðis. Tað rennur eisini úr eygunum alla tíðina, eg havi smá sár í eygnakrókunum og skriða um allan kroppin.
- Samstundis eri eg altíð øgiliga troyttur og eftir eina dagvakt er tað ikki fyrenn nakað út á kvøldið, at eg komi fyri meg aftur.

Tvær royndir
Jan Poulsen sigur, at tvær royndir eru tiknar.
Sjálvur hevur hann ikki sær úrslitið, men hann hevur fingið at vita, at talan er um blámusopp.
- Men vit hava eisini fingið at vita, at støðan er ikki álvarslig og talan mest er ein spurningur um reingerð og um luftskifti.
Jan Poulsen sigur, at fyri so vítt leggur hann heldur ikki so nógv í úrslitini.
- Mesti mátistokkurin er at tosa við starvsfólkið. Og tað einasta, eg havi at halda meg til, er, hvussu starvsfólkið hevur tað, og tey hava tað ikki gott.
- Og tað eru ikki nógvir dagar í Føroyum, at tað ber til at hava vindeyguni opin, tí tað er so kalt og so nógvur vindur.
Hann sigur, at royndir eru aftur nú tiknar og hann vónar, at úrslitið kemur skjótt.
Men hann leggur afturat, at slíkar arbeiðsumstøður, ber ikki til at bjóða fólki.
-Tað ber heldur ikki til, at fólk skulu noyðast at taka heilivág fyri yvirhøvur at kunna fara til arbeiðis.
- Ongin kann arbeiða í einum húsið, sum ein verður sjúkur av at vera í, so tað kann koma hartil, at vit ikki kunnu fara til arbeiðis í hasum húsunum, sigur Jan Poulsen.

Mugu møguliga úr bygninginum
- Vísa royndirnar, at umstøðurnar ikki eru til arbeiði, so mugu politistarnir úr bygninginum, og sleppa ikki inn aftur, fyrr enn blámusoppurin er burtur. Tað sigur Símun Hammer, sum er eftirlitsmaður hjá Arbeiðseftirlitinum

- Tað er alt annað enn gott, at arbeitt verður í einum umhvørvi, har blámusoppur er. Fólkini gerast ovurviðkvom, og ofta kann ovurviðkvæmið versna, sum tíðin gongur. Harafturat sleppa fólkini ofta ikki av aftur við trupulleikarnar so sum andaneyð, skriða, útbrot og slíkt, sum stendst av blámusoppafongda arbeiðsumhvørvinum, sigur Símun Hammer frá Arbeiðseftirlitinum.
Hann sigur, at enn hava teir ikki fingið boð um, at blámusoppur er staðfestur í bygninginum, har politiið heldur til, og tískil ger Arbeiðseftirlitið einki við málið í løtuni.
- Vit hava ikki sæð úrslit av nøkrum kanningum enn. So skjótt soppur er staðfestur, fara vit at tala at, men áðrenn tað, gera vit einki, sigur Símun Hammer.
Hann vísir á, at tað er mongdin av blámusoppi, sum avger, um politistarnir skulu úr bygninginum ella ikki.
- Til ber at arbeiða í einum bygningi, har tað er eitt lítið sindur av soppi, men tá mongdin fer upp um eitt ávíst mark, so koma vit upp á leikin, greiðir Símun Hammer frá.
- Verður ein ávís mongd av blámusoppi staðfest í Strandarlon, mugu politistarnir úr bygninginum, til soppurin er burtur.


Aðrar orsøkir enn Strandarlon
- Eg havi illgruna um, at tað eru onnur høli enn mín bygningur, ið eru orsøk til, at politistarnir dragast við ovurviðkvæmi av ymsum slag. Tað sigur útleigarin av Strandarlon, Gullak Madsen
Rannvá G. Fossaberg
Eigarin av bygninginum, har politiið húsast nú, er Gullak Madsen, sum eisini leigar út aðrar bygningar í høvuðsstaðnum.
Hann sigur, at enn ber ikki til at siga, um blámusoppur er í Strandarlon, har politistarnir halda til.
- Kanningar blivu gjørdar í seinastu viku, men einki er staðfest enn. Fyrst í komandi mánaði vita vit meir, sigur Gullak Madsen, sum tó vísir á, at soppur hevur verið í bygninginum.
- Soppur bleiv staðfestur í støðum uttan á bygninginum, men tað er alt blivið ornað. Eg havi gjørt tað, eg kann, við bygningin útvendiga. Eg veit ikki, um politistarnir dragast við ovurviðkvæmi orsakað av umbyggingini, sigur Gullak Madsen.
Hann vísir á, at einki er galið við inniluftini í bygninginum.
- Kanning er gjørd av inniluftini, og tann kanningin prógvar, at einki er galið við inniluftini í bygninginum, staðfestir Gullak Madsen.
Sambært honum eru politistarnir illa fyri, av øðrum orsøkum enn blámusoppi á hansara bygningi.
- Politistarnir siga einki um, at uniformarnir, teir brúka, hanga í einum øðrum húsi, og harafturat venja politistarnir eisini í einum øðrum høli. Eg havi illgruna um, at tað er haðani, teir fáa hetta ovurviðkvæmi, sum teir dragast við, sigur Gullak Madsen, sum ilskast inn á politistarnar.
- Eg haldi, at tað er vánaligt av politinum at koma fram við hesum, tá eingin blámusoppur er staðfestur inni í bygninginum enn. Tað er djúpt undir beltistaðið. Um hetta málið ikki verður loyst skjótt, so verða teir uppsagdir sum leigarar, sigur Gullak Madsen.