Politiskur kvøldskúli í summar

Komandi átta mikukvøldini verður skipað fyri kvøldskúla, har politikkur er á skránni

Tað er ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, Huxa, sum skipar fyri kvøldskúlanum, har tey við fyrilestrum av ymsum slag fara at varpa ljós á ymsar tættir innan politikk.

 

Skjøtul verður settur á komandi mikukvøld, tá Janus Rein, tinglimur fyri Fólkaflokkin, og Christian Andreasen, advokatur, fara at røða um grundvirðini í politisku skipanini og samfelagnum sum heild.

 

Hvørt av teimum átta mikukvøldunum verður talan um fyrilestrar, har fokus verður sett á ávís evni, og er talan um tað nógva um politikkarar, sum koma at siga frá sínum royndum.