Politiskur hugsjónardagar

Tíðindaskriv frá Unga Tjóðveldi
---


Tveir leygardagar á rað skipa Unga Tjóðveldið og Tjóðveldi fyri hugsjónardøgum, har flestu samfelagsøki verða tikin upp í framløgum og kjaki. Leygardagarnar 6. & 13. mars verða tjóðveldisáhugað fólk boðin at taka lut í eini hugsjónarbráðpannu í Sjónleikarhúsinum í Havn. Byrjað verður kl. 13.00 og hildið verður fram til kl. 17.30.

Tíðin vit liva í er merkt av hugsjónaðarloysi og einsrætting. Standardisering. Trupult er at síggja munin á politiskum flokkum, hesir eru viknaðir, og ideologiska tærið gerst lakari sum tíðin gongur, og í hesum døgum tykist tað sum, at tey flestu eru samd um onki. Politiskt vacuum er avleiðingin og úrslitið. Tørvur er á hugsjónarligari dubbing, greiðari politiskari kós og í ovurmáta er tørvur á føroyskari tjóðarbygging.

Unga Tjóðveldið og Tjóðveldi ætla sær at gera nakað við trupulleikan. Í fyrstu atløgu hava vit tikið stig til tveir hugsjónardagar, har vit hava heitt á átta “uttangarðsfólk”, á hvørt sínum samfelagsøki, um at leggja fram síni sjónarmið um søgu, fakfelagsstríð, frælsi, fiskivinnu, almanna- og heilsumál, mentan, búskap og vinnu. Harumframt fara formenninir í UT og Tjóðveldinum at boða frá, hvagar politiska leiðin gongur hjá ungmannafelagnum og flokkinum.

Báðar dagarnar verður kjak á skránni. Tingmenn floksins og umboð fyri Unga Tjóðveldið sessast við pallborðið, og fara at skifta orð um ymsu politikkøkini, ið frammanundan eru varpað upp í framløgum og røðum. Framløgufólkini hava ongar teymar á sær, alt stendur fyri teirra egnu rokning, tí kann væntast, at politiska “establishmentið” verður provokerað til heitt orðaskifti og kjak við hugsjónarligum løðingum og krúti.

Fyrra dagin – 6. mars – fara Hans Andrias Sølvará, Sonja J. Jógvansdóttir, Rói Patursson og Atli Gregersen at leggja síni sjónarmið fram. Eftir tað flytur Gunnhild Dahl Niclasen fram røðu. Annan dagin - 13. mars - fara Ronnie Thomassen, Jonhard Mikkelsen, Magni Arge og Hermann Oskarsson at leggja síni sjónarmið fram. Eftir tað flytur Høgni Hoydal fram røðu.

Tónleikur verður eisini á skránni, og tað verða troubadurarnir Tróndur Enni og Uni Arge, sum fara at undirhalda við guitara og sangi. Í onkrum steðgi verður felagssangur sungin.

Átakið er ætlað øllum tjóðveldisáhugaðum føroyingum, og byrjað verður stundisliga kl. 13.00 báðar leygardagarnar.


við tjóðveldiskvøðu