POLITIKKUR
Mikudagin 24. apríl verður líknandi tiltak á Torginum í SMS. Tá verða tað tó fleiri av okkara kosnu politikarum og valevnum til løgtingsvalið 30. apríl, sum fara at royna seg. Og sum í London eru einastu hjálpitólini ein trækassi ? ikki ein ølkassi, tí teir eru ov torførir at fáa hendur í, men ein sodavatnskassi frá Føroya Bjór, og síðan røddin. Um hon er hjálpartól ella ikki, fer helst at vísa seg seinni. Harafturat skulu teir eisini hava floksbókstavin í hondini. Kanska verður hetta hjálp hjá tí ella teimum, sum ivast í, hvar krossurin skal setast, tá farið verður á val týsdagin 30. apríl.
Eitt umboð úr hvørjum flokki hevur játtað at luttaka á hesum serliga og øðrvísi politiska fundinum.
Óli Breckmann fyri Fólkaflokkin, Heðin Mortensen fyri Sambandsflokkin, Hendrik Old fyri Javnaðarflokkin og Torbjørn Jacobsen fyri Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin hava ikki enn upplýst, hvør umboðar teir. Fundurin verður skipaður soleiðis, at valevnini fáa trý umfør at siga tað, tey hava upp á hjartað. Umførini eru ávíkavist fimm minuttir, tríggjar minuttir og ein minutt. Fara teir út um ásettu talutíðina, verða teir sektaðir.
Politiski fundurin verður mikudagin 24. apríl kl. 16.00, og vónandi verður Torgið stúgvað við áhugaðum og forvitnum áhoyrarum.