Politisku risarnir møttust á fyrsta sinni

Fíggjarlóg, samgongumøguleikar og politiskar framtíðarætlanir vóru nøkur av evnunum, ið vóru tikin upp á kjaki í Læraraskúlahøllini mánakvøldið

VALFUNDUR

Fleiri enn 400 fólk høvdu leitað sær í Læraraskúlahøllina mánakvøldið til politiskan pallborðsfund. Politisku flokkarnir høvdu leitað sær heilt stóru kanónirnar fram, og teir 7 floksformenninir spentu seg út, á hesum fyrsta stóra valfundinum í valstríðnum, at vinna sær og sínum pláss millum teir fremstu aftaná startskotið.

Flokkurin 1. L. á Læraraskúlanum skipaði fyri fundinum, og tey komu sum heild væl frá tí. Finnur Joen-Jacobsen stýrdi kjakinum við harðari hond, og tað var meira enn einaferð, at ein av formonnunum hevði hug at ilskast eitt sindur yvir, at tíðin rann undan og orðstýrarin breyt teir av.

Allar dyrð opnar

Fyrsti spurningur, sum kom upp at venda var, hvørt flokkarnir hava gjørt sær nakrar hugsanir um møguligar samgongumøguleikar. Hesin spurningur hevur longu verið fleiri ferðir uppi og vent, síðan Anfinn Kallsberg løgmaður skrivaði út val fyrst í desember mánaði, bæði í fjølmiðlunum og millum manna. Bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin søgdu sum áður, at teir vóru opnir fyri øllum møguleikum. Lisbeth L. Petersen nevndi, at Sambandsflokkurin áður hevur havt fínt samstarv við Tjóðveldisflokkin, so eisini har var ein møguleiki, hóast hon seinni út á kvøldið vísti aftur, at Sambandsflokkurin fór at lata seg draga nakrastaðni aftaná Tjóðveldisflokkinum.

Jóannes Eidesgaard segði, at Javnaðarflokkurin helt tað vera náttúrligt at royna at útbyggja samstarvið, sum flokkurin hevur havt við Sambandsflokkin í andstøðuni, men hóast hetta var eitt gott útgangsstøði vísti hann heldur ikki aftur aðrar møguleikar. Høgni Hoydal vildi ikki siga nakað um eina komandi samgongu, tí sum hann segði, tað er veljarin, sum eigur avgerðina 20. januar. Jenis av Rana var als ikki sinnaður at fara í samgongu fyri einhvønn prís. Ein samgonga við Miðflokkinum má tora at taka støðu til etisk viðurskifti og spurningar, sum rørast í samfelagnum, segði hann millum annað. Av øllum floksformonnunum var tað Johan í Kollafirði, sum tóktist hava greiðasta mál. Johan ætlaði sær nevniliga at verða løgmaður í komandi landsstýrinum.

Fíggjarliga uppgerð

Næsta mál á skránni var ætlanin hjá flokkunum komandi árini, og her var mest talan um upplestur úr teimum ymisku valskráunum. Aðalmálið hjá Tjóðveldisflokkinum fer at vera at halda fram á sjálvstýriskós. Høgni Hoydal ávaraði staðiliga ímóti at lata Sambandsflokkin tøma landskassan. Tjóðveldisflokkurin fer at streingja á at fáa grundlógina setta í verk, og at fáa yvirtikið tey mál, sum arbeitt hevur verið við hetta samgonguskeiðið.

Miðflokkurin helt tað harafturímóti vera umráðandi at verja Føroyar sum serstaka tjóð, og fer at arbeiða fyri føroyskum sjálvstýri eftir einum leisti, ið hóskar føroyingum, og ikki byggir á romantiskar ynskidreymar frá fyrrverandi føroyingum í útlegd. Jenis av Rana tóktist at hava hug til at leggja sjógv ímillum seg og Tjóðveldisflokkin, við at krejva eina meira hóvliga sjálvstýriskós. Miðflokkurin hevur eisini ofta havt røddir frammi um at fáa eina búskaparliga uppgerð við danir, og henda boðskap endurtók Jenis av Rana mánakvøldið.

Trupul fíggjarlóg

Finnur Joen-Jacobsen vildi eisini hava formenninar at siga sær, hvussu teir ætlaðu at fáa fíggjarlógina fyri 2004 at hanga saman. Fíggjarlógin hjá verandi landsstýri fór fyri bakka, tá ið valið varð útskrivað, og fleiri andstøðupolitikkarar hava víst á, at tað fer at vera trupult, fyri ikki at siga ógjørligt at fáa endarnar at røkka saman í ár. Anfinn Kallsberg vísti á, at fíggjarlógin, sum fór fyri bakkað, hevði javnvigað, treytað av teimum lógarbroytingum og sparingum, ið fylgdu við henni. Hann var samdur í, at um sparingarnar ikki verða gjøgnumførdar fer fíggjarlógin í ár at geva eitt hall.

Jóannes Eidesgaard í Javnaðarflokkinum helt, at tað undir øllum umstøðum verður ringt hjá komandi samgongu at fáa eina fíggjarlóg eftir egnum høvdi í 2004. Fyrst skal tingið mannast, síðani samgongusamráðingar, og so kann farast undir at arbeiða við einari fíggjarlóg fyri í ár, og hetta er ikki løtuverk. Tískil verður tað ikki fyrr enn í 2005 at komandi samgongan fær møguleika fyri at gera eina fíggjarlóg við røttu raðfestingunum. Hann segði eisini, at vallyftini hjá Javnaðarflokkinum ikki eru av teimum dýrastu. 16 milliónir krónur kostar valskráin hjá flokkinum, og hetta er bert 2/3 av ferðaútreiðslunum hjá tí almenna í 2003.

Høgni Hoydal tók undir við, at arbeiði at gera løgtingsfíggjarlóg var ovurstórt, serliga í góðum tíðum, tá ið tað gerst truplari at stýra búskapinum, og tá ið trýstið á kassan er stórt. Hann helt ikki, at tað fer at vera so trupult at gera eina fíggjarlóg, treytað av at samgongan hevur dirvið til at fremja sparingar. Johan í Kollafirði segði sum vera man, at hann hevði ikki nakað boð uppá fíggjarlóg; hann hevur nóg stórar trupulleikar at fáa sína egnu fíggjarstøðu at hanga saman, so tað fer hann at lata menn, sum hava skil fyri tílíkum taka sær av.

Loynilig vallyftir

Rættiligur stuttleiki kom burturúr, tá ið Lisbeth L. Petersen royndi at greiða frá ætlaða skattareforminum hjá Sambandsflokkinum. Hon kundi ikki siga serliga nógv um hann, av tí at alt er ikki fingið uppá pláss enn, men Sambandsflokkurin skuldi nokk fara at vísa veljarunum aftaná valið, hvussu teir ætla at umskipa skattaskipanina. Høgni Hoydal segði seg ikki skilja, hvussu Sambandsflokkurin kann fara í eitt valstríð við loyndum lyftum, og fleiri við honum gleddu seg til 21. januar, tá ið sambandsloysnin eftir øllum at døma verður avdúkað. Sambandsflokkurin hevur í valstríðnum tosað um at lækka skattin av eyka arbeiði við 20 %.

Tá ið tosið seinni kom inn á eldraøkið, og Sambandsflokkurin vildi hava at vita, hvar tey 120 røktarheimsplássini eru, sum Tjóðveldisflokkurin erpar sær av at hava bygt, var svarið hjá Høgna Hoydal einfalt: ?Tad er loyniligt?. Tað kom tó fram, at plássini øll ikki eru gjørd, men standa í gerð.

Livligur fundur

Tíðin gekk skjótt í Læraraskúlahøllini mánakvøldið, og aftaná at floksformenninir høvdu kjakast eina løtu um vinnulívspolitikk var tíðin komin til tað síðsta evni á fundinum, framtíðarætlanir á sjálvstýrisleið. Fólkaflokkurin tosaði um eina kós, sum minnir um hana, Tvøroyrarskjalið stakk út í kortið, við at yvirtaka øll mál, sum ikki beinleiðis eru knýtt at suverenitetinum. Sambandsflokkurin helt, at sjálvstýrismálið skal skrottast, og tað kom ikki óvart á nakran. Javnaðarflokkurin vil fáa skútuna upp á rættkjøl og sóknast eftir einari kós á miðjuni, og tað fegnaðist Kári P. Højgaard um. ? Nú treingist á miðjuni, helt hann fyri. Høgni Hoydal var rættiliga firtin yvir ikki at fáa meira enn 40 sekund til at greiða frá sínum hjartamáli, so hann brúkti stóran part av sínari tíð at biðja um meira tíð.

Góða undirtøkan, sum fundurin fekk, hevði við sær, at tað var rættiliga trupult at fáa eitt ordiligt kjak millum áhoyrarar og politikkarar. Nakrir spurningar komu úr salinum, men av tí at tíðin var knøpp vóru ikki stundir til nógv annað enn framløgurnar hjá formonnunum. Hóast hetta var fundurin lívligur, og fólk tyktust at vera væl nøgd aftaná fundin. Veljarakanning, sum varð gjørd áðrenn og aftaná fundin vísti, at tað var Tjóðveldisflokkurin, sum hevði verið raskastur at fáa fólk á fund. Haraftrat sást, at flest øll, ið vóru møtt, vóru støðuføst í sínari politisku hugsan, tí fundurin flutti ikki serliga nógvar atkvøður sambært kanningini.