Liberaldemokratiski flokkurin hevur vunnið tryggan sigur á tjóðartingsvalinum í Japan í dag. Uppteljingin er ikki liðug, men sambært sjónvarpsstøðunum fær LDP eftir øllum at døma 296 av teimum 480 tingsessunum. Harafturat fær LDP stuðul frá flokkinum Nýtt Komeito, sum sær út til at fáa 32 umboð á ting.
Núverandi stjórnarflokkurin, Japanski Demokratiski Flokkurin, fær sambært sjónvarpsstøðunum 65 tinglimir.
Liberaldemokratarnir hava verið í andstøðu tey seinnu árini, men teir hava annars stýrt Japan at kalla alla tíðina síðani seinna heimsbardaga.
Valúrslitið ber í sær, at fyrrverandi forsætisráðharrin Shinzo Abe (myndin) skal standa á odda fyri teirri nýggju stjórnini. Hann hevur sagt, at tann fremsta uppgávan verður at venda gongdini í búskapinum.