Finnast harðliga at atgerðarloysinum hjá landsstýrinum og føroysku miðlunum í sambandi við fólkadrápið, sum fer fram í Gasa í løtuni
Higartil verður mett, at fleiri enn 30.000 palestinar hava latið lív í ógvusligu ísraelsku álopunum síðan 07.okt – harav meginparturin børn og sivil. Hetta er ein humaniter kreppa, ið hevur kravt nógv mannalív, men sum eisini skapar ómenniskjaligar umstøður fyri yvirlivandi borgarar í Palestina. Tað skal eingin ivi vera um at vit fordøma allan yvirgang, men støðan í Palestina er heilt úti av proportión. Rættvísgerðin av fólkamorðinum í Gasa, sum tekur útgangsstøðið í rættinum hjá Ísrael at verja seg ímóti álopinum frá Hamas 07.okt, vísir eina skeiklaða mynd av veruleikanum. Ræðuleikanir byrjaðu langt áðrenn Hamas varð stovnað, og fáa teir heldur ongan enda, í so fall at Hamas hvørvur. Talan er um eina ræðuliga støðu millum tveir partar við heilt ymiskum fortreytum, har Ísrael er kúgarin við sínum ólógligu búsetingum á Vestara Áarbakka og innibyrgjan av palestinskum borgarum í Gasa, og palestinar kúgaða fólkið í einum øki, sum alment hevur verið umtalað sum heimsins størsta menniskjafongsul. Munurin er risastórur bæði við atliti at hernaðarligari megi og fíggjarligari orku. Týðandi er eisini at undirstrika, at Ísrael verður stuðlað av máttmiklum vesturlendskum tjóðum. Í Ísrael situr í løtuni mest harðrenda og høgravenda stjórn í søgu landsinds við valdið. Benjamin Netanyahu, skuldsettur fyri mutur og svik, deilir valdið við fleiri høgraekstremistar, ið vilja hertaka og útreinsa alt Palestina. Bezalel Smotrich, fíggjarmálaráðharrin, vil burturvísa alt fólkið í Gasa og avnoktar, at palestinar eru til sum fólkaslag. Itamar Ben-Gvir, trygdarmálaráðharrin, varð undantikin herðnaðarskyldu vegna sína ekstremismu og hevur havt eina mynd av hópdrápsmanninum Baruch Goldstein hangandi í stovuni. Hann er harafturat dømdur fyri rasismu eins og fyri at taka fram vápn og eggja til álop móti Palestinum. Ísraelska stýrið og framferðarháttur teirra verður samanborin við Apartheid-stýrið í Suðurafrika - og av fleiri altjóða granskarum mett sum verandi enn verri enn Apartheid.
##med2##
Fólkamorðið, sum ísraelska stjórnin fremur, hevur fingið stórar altjóða felagsskapir at tala at. Vit hava hoyrt ST-aðalskrivaran, António Guterres, finnast harðliga at Ísrael fyri at bróta altjóða humanitera lóg. Fleiri altjóða hjálparfelagsskapir hava eisini lýst støðuna sum eina menniskjasliga marrustøðu. Afturat tí hava ræðuleikarnir verið støðugt umrøddir í flest øllum evropeiskum fólkaræðisligum londum – bæði á politiska pallinum og í miðlunum. Helst sterkasta reaktiónin úti í heimi var, tá Suður Afrika ákærdi Ísrael fyri brot á millumtjóðasáttmálan ímóti fólkamorði, og at altjóða dómstólurin metti ákæruna at vera rímiliga, og at vandi er fyri, at Ísrael fremur fólkamorð.
Í Føroyum valdar tó lemjandi tøgn. Politiska skipanin var eftir álopið á Ísrael 07.okt skjót at fordøma álopini hjá Hamas, men enn hevur eingin alment fordømt fólkamorðinum av palestinska fólkinum. Løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum fingu herfyri fyrispurning um støðuna í Gasa, men tykjast báðir tvítýddir og kámir. Teir tora eins og restin av politisku skipanini ikki at nema við kjakið, og nýta afturhaldandi retorikk, sum hvørki fordømir ísraelsku álopini ella vísir vilja til at virka fyri palestinskum frælsi. Støðan hjá landsstýrinum er ikki broytt síðan 07.okt, hóast talið av dripnum palestinum er fleiri enn 30.000 og er alsamt vaksandi. Harafturat eru 1.9.mió palestinar riknir úr húsi og heimi, sum nú liva í ótolandi korum. Nevnast kann at 97% av drekkivatinum er ódrekkandi og fólki líður hungursneyð. Eisini eru aðrar grundleggjandi fortreytir fyri lívi tiknar frá fólkinum í Gasa, og meginparturin av sjúkrahúsunum eru bumbaði og løgd í oyði.
Á Føroya løgtingi hoyra vit dehumaniserandi retorikkin hjá Ísrael um palestinar verða endurgivnan. Palestinska fólkið verður kollektivt umtalað sum terroristar og hetta verður nýtt til at rættvísgera fólkadráp. M.a. segði Jacob Vestergaard á løgtingi 28. feb: “Tað er neyðugt at Hamas verður útruddað, og mann brúkar allar midlar til tað. Ein stórur partur av hesum sokallaðu 30.000 sivilu eru Hamas terroristar í sivilklæðum. Teir krógva seg aftan fyri kvinnur og børn, tá teir ikki eru niðri í holum og krógva seg.” At leggja stóran part av teimum 30.000 deyðu undir at vera terroristar er ikki í tráð við veruleikan og skapar eina órættvísa og skeiklaða mynd. Jacob Vestergaard fær tað sostatt at ljóða sum, at tað er í lagi at 30.000 sivilfólk, harímillum kvinnur og børn, eru dripin.
Eisini hava onnur løgtingsfólk, m.a. Steffan Klein Poulsen samanborið álopini hjá Ísrael við álopini hjá teimum sameindu móti Týsklandi undir 2. heimsbardaga, hóast hetta eru tvær fullkomiliga ósamaberiligar støður. Gasageirin, eitt vet minni enn Streymoy við áleið 2.3.mió íbúgvum og flóttum, er hersett øki. Undir 2. heimsbardaga var Týskland tann kúgandi valdsharrin, meðan Gasa ikki so frægt sum hevur ræði á sínum egna sjó- og loftøki. Fólkið hevur verið kúgað og svøltað í fleiri áratíggju. Álopini frá teimum sameindu vóru ikki kollektiv revsing, sum vit síggja í Gasa. Eisini róð Bárður á Lakjuni framundir at søgan hjá jødiska fólkinum kann rættvísgera ræðuligu framferðina hjá Ísrael og ísraelsku brotini á altjóða lóg.
Fyri at seta tingini í størri frásjón, so svarar deyðstalið í Gasa til at allir íbúgvar á Streymoynni og Vágoynni vórðu dripnir. Ella at øll norðanfyri Kollafjørð vórðu dripin. Ella at meira enn annarhvør íbúgvi í Føroyum varð dripin. Harumframt svarar deyðstalið eisini til, at áleið trífaldaða talið av teimum, sum møta upp til árliga midnáttarsangin, blivu dripin. Vit kunnu eisini staðfesta, at nógv fleiri børn og sivil eru dripin í Gasa, enn tað eru fólk í Føroyum millum 0-24 ár.
##med3##
Ungmannafeløgini harta móðurflokkarnar
Vit, ungmannafeløgini Sosialistisk Ung (SU) og Unga Tjóðveldið (UT), taka greiða frástøðu frá móðurflokkunum, ið báðir sita í samgongu, í sambandi við hetta álvarsmál. Vit finnast harðliga at vantandi umrøðuni og lemjandi tøgnini, ið valdar í flokkunum, samgonguni og løgtinginum.
Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eru tveir flokkar, ið eru bygdir á frælsi, javnrættindi og stríðið móti órættvísi. Hetta er ein retorikkur, ið ofta verður førdur fram av flokkanna leiðslum, serliga uppundir val. Vit stríðast vanliga saman við móðurflokkunum á eini kós mótvegis størri javnrættindum og rættvísi fyri fólkið í Føroyum og úti í heimi.
Á heimasíðu Tjóðveldis stendur soleiðis: ”Grundvirðið hjá Tjóðveldi er, at øll eiga sama rætt og sama frælsi at velja, virka og mennast (...) sama um vit eru kvinnur ella menn, ung ella eldri, rík ella fátøk, bera brek ella sjúku, búgva ymsastaðni í landinum, hava ymsan húðarlit, uppruna, trúgv og áskoðan, og sama hvussu vit eru fødd í hendan heim og hava valt at liva okkara lív.” Í uttanríkispolitikki Javnaðarfloksins er soleiðis skrivað: “Javnaðarflokkurin fordømir alla krígsførslu.” Hesi grundvirði, sum okkara flokkar alment standa fyri og fara á val uppá, áttu at verið ein fortreyt fyri, at flokkarnir fordøma fólkamorðið og stuðla sivilum palestinum, sum nú vera dripnir og riknir úr heimi í hópatali. Vit krevja, at landsins leiðsla ger meira enn at bara vísa eitt sløð av samkenslu í miðlunum ella á tingsins røðarapalli.
Óteljandi politiskir felagsskapir, politiskir flokkar og hjálparfelagsskapir kring heimin hava rópt varskó og fordømt ísraelsku krígsbrotsverkini; her heima stendur samgongan lamin.
Írska senatið hevur einmælt sett politisk revsitiltøk í verk, altjóða dómstólurin hevur valt at fara inn í málið og hevur víst á, at vandi er fyri, at fólkamorð fer fram í løtuni. Tað er eitt legitimt prógv uppá ekstrema óproportionalitetin. Til aðalfund hjá ST 12. desembur í fjør atkvøddu 153 lond fyri vápnahvíld. Men hóast umrøðan og neyðarrópini eru mong úti í heimi, er eingin slagmáttur ella moralur at síggja frá samgonguni. Og hóast Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eru einastu flokkarnir við umboðum, ið hava miðlað sympatiskar viðmerkingar í samband við palestinsku líðingina - tær fáu ferðirnar, støðan yvirhøvur hevur verið umrødd á tingi - so eru hesar fullkomiliga munaleysar og uttan ávirkan. Hinvegin má sigast, at tað er ikki serliga torført at vera tann mest sympatiski í eini politiskari skipan, har løgtingspolitikkarar bæði eggja til framhaldandi álop frá ísraelskari síðu, og harafturat nýta fortíðina hjá jødunum til at rættvísgera fólkamorðið í dag.
Vit krevja, at okkara samgonga tekur frástøðu og fordømir fólkamorðið í Gasa. Vit krevja stundisliga fordøming og nágreinilig tiltøk, ið prógva, at flokkarnir taka greiða støðu til málið – og frástøðu frá framferðarháttinum hjá ísraelska stýrinum. Tað er tað minsta, ein kann krevja, um flokkarnir skulu vera sínum kjarnuvirðum trúgvir.
Miðlar greiða ikki sína skyldu - viðvirka til óupplýsing og ógegni
Sambært Kringvarpslógini hevur Kringvarp Føroya sum public service-miðil skyldu til at miðla upplýsing og tíðindi til Føroya fólk á óheftan og sakligan hátt. Í sambandi við støðuna í Gasa meta vit ikki at Kringvarpið hevur livað upp til hesar skyldur. Fyri tað fyrsta er sera lítið at hoyra um Gasa frá Kringvarpinum sum heild, og tá ið málið so verður tikið upp, verður tað lýst á ein hátt, sum undirgravar ræðuliga veruleikan í Gasa.
29. feb í 2024 skeyt ísraelski herurin 112 palestinar, meðan teir vóru eftir neyðhjálp. Hetta kunnu vit lesa um á DR, NRK, SVT, BBC og í mongum øðrum public service-miðlum kring heimin, sum vit samanbera okkum við. Kringvarpið nevnir einki um hetta, hvørki í Degi og viku ella á heimasíðuni. Hetta er bara eitt dømi av mongum. Í heilum síggja vit Public Service-miðlar í øðrum londum gjølla upplýsa støðuna í Gasa, meðan vit einki hoyra frá Kringvarpinum. Aðrir miðlar hava temu um Ísrael og Gasa á heimasíðum teirra, har til ber at leita sær tíðindi og upplýsingar um spentu støðuna, men í Kringvarpinum sæst einki slíkt. Kringvarpið hevur áður havt líknandi temu ella bannarar ovast á heimasíðuni, har størri aktuell evni eru savnað, t.d. í sambandi við korona, kríggið í Ukraina o.ø. Vit undrast stórliga á tunnligu viðgerðina av einum so álvarsomum evni.
Um vit síðan hyggja nærri at teimum fáu greinum og innsløgum, sum Kringvarpið hevur um evnið, so er ivasamt, um hetta er saklig og óheft umrøða av evninum. Miðlingin er eisini nógv frá ísraelskum vinkli og endurspeglar ofta ísraelskan retorikk, t.d. tá palestinar, sum Ísrael hevur tikið, verða umtalaðir sum krígsfangar, meðan ísrealar tiknir í Palestina verða umtalaðir sum gíslar. Tá upplýst verður um deyðstølini verða tølini á deyðum ísraelum og palestinum løgd saman, ikki hvør sær. Hetta fær tað at ljóða, sum deyðstølini í Ísrael og Palestina kunnu samanberast, og lýsir sostatt ikki ekstrema munin millum tey deyðu í ávikavist Palestina og Ísrael. At lata slíkar sannroyndir vera ósagdar kann ikki metast at vera sakligur og óheftur journalistikkur.
Myndin av Ísrael, sum vit síggja í Kringvarpinum, lýsir heldur ikki søguliga veruleikan, at Palestinar hava verið kúgaðir, niðurbardir og riknir úr egnum heimi í áratíggju. Í hesum sambandi halda vit tað vera undir alt lágmark at formaðurin í Ísraelsmissiónini, Frants Jensen, ger tíðindir um Ísrael fyri Kringvarpið. Formanssessurin hjá Frantsi Jensen í Ísraelsmissiónini - ein missión ið rætt og slætt talar fyri at Ísrael er “Guds útvalda fólk” - ger hann beinleiðis ógegnigan.
Undirritaðu heita á Kringvarpið um at gera sína skyldu, at dekka støðuna í Gasa, og gera tað á sakligan og óheftan hátt framyvir.
Áheitan til Føroyar
Við einari rødd krevja vit at samgonguflokkarnir í verki vísa samhuga við Palestina og fordøma framferðina hjá ísraelska stýrinum eins og fleiri av okkara grannalondum og europeisku samstarvspørtum. Harafturat krevja vit av føroyskum miðlum, at støðan í Gasa verður umrødd á einum ábyrgdarfullum og sakligum grundarlagi. Kringvarpið hevur serligar skyldur sum Public Service miðil í fjarskotnað landi okkara, at upplýsa borgaran nágreiniliga og óheft. Vit vænta stundisliga at síggja hesa skyldu verða hildna. Seinasta áheitanin gongur út til vanliga føroyingin um at hava ein kritiskan sans og at síggja inn í tann ræðuliga veruleikan, sum palestinska fólkið livir í, og sum tjóð okkara bæði beinleiðis og óbeinleiðis stuðlar. Og í so fall at føroyskir miðlar ei vakna, og politiska skipanin framhaldandi er veik og feik tá ið á stendur úti í heimi, so má einstaki borgarin gera sítt - við eitt nú at boykotta ísraelskar vørur og við at vera tilvitaður og upplýstur einstaklingur. Eisini um hetta krevur, at ein má leita sær vitan uttanlands.
Skrivað av:
Mathias Gaini Schou, limur og fyrrv.landsnevndarlimur í Unga Tjóveldi
Jóhannis Erlendsson, formaður í Unga Tjóveldi
Gunnvør Hoydal Brimnes, limur og fyrrv.landsnevnarlimur
Milia Egilsnes Anda, næstforkvinna í SU
Sigmundur Mørkøre, skrivari í SU
Magnus Elsuson Høgenni, Útisetaumboð í SU
Marianna S.Hansen, limur og fyrrv.næstforfólk í SU
Paul Kjartan Matras, limur og fyrrv.forfólk í SU
Samtykt av nevndini í Sosialistisk Ung
Samtykt av nevndini í Unga Tjóveldi
Samtykt av Frælsisfylking Annarkistanna
Samtykt av Samhugi við Palestina