Politiskt kjak um fátækaváða

Hóskvøldið klokkan 20.00 verður politiskt orðaskifti í Miðlahúsinum, har umboð fyri politisku flokkarnir kjakast um fátækadømi í Føroyum.

 

Hóskvøldið verður politiskt orðaskifti um fátøk í Miðlahúsinum. Øssur Winthereig er orðstýrari.

 

Seinastu vikurnar hava Miðlahúsið og aðrir miðlar varpa ljós á trupulleikan við fátækadømi í Føroyum. Sendingin í Kringvarpinum "Við hjálp frá góðum fólki" setti hol á enn eitt alment kjak um hesi børn, sum liva í fátækaváða.

 

Hóskvøldið fáa politisku formenninir høvi at seta orð á trupulleikan og loysnir fyri framman. 

 

Til ber at koma í Miðlahúsið og fylgja kjakinum, ella at lurta á Rás2, har kjakfundurin verður sendur beinleiðis.