Politiskt kjak er fremst á dagsskránni í tinginum í dag, men júst nú er kjak um at hækka tinglýsingargjaldið.
Meirlutin í fíggjarnevndini heldur, at tað er rætt at taka pening frá húseigarum, tí tey sum eiga hús fáa ein rentufrádrátt í mong ár.
Andstøðan vísir aftur í hesum orðaskiftinum á øll avgjøld, sum samgongan hevur lagt á borgaran og ætlar at leggja á borgaran frá 1. januar.
Tað sum flestu bíða eftir er 1.viðgerð av uppskotinum um uppboðssølu. Tað stendur niðast á dagsskránni í dag.