Í kvøld fara tríggir av politisku leiðarunum í Føroyum at kjakast í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir frá klokkan 20.00 Politiska landslagið í Føroyum er merkt av ólteljandi ósemejum og hørðum stríði millum samgongu og andstøðu, millum flokkar í samgongu, og millum politikarar í sama flokki
Tí verður í kjakinum í Hvonn Live spurt, um tað er meira kaos enn kós í føroyskum politikki í løtuni. Ber tað yvirhøvur til at koma víðari ella skal luftin reinsast við einum vali?
Jóannes Eidesgaard, Høgni Hoydal og Jørgen Niclasen fara at kjakast um politisku støðuna í løtuni
Hvonn Live kann hoyrast á Rás2 millum kl. 20 og 22 í kvøld. Umframt politiska kjakið verður eisini prátað við Ragnhild Dam og Jógvan á Høvdanum, og Uni Arge fer at spæla live.