Tað hevur týdning, at tú tann 15. september velur ein flokk og eitt fólk á Fólkating, sum vil arbeiða av fullum huga – og vil vera fólkatingsumboð burturav. Tað vil Javnaðarflokkurin.
Føroyar hava altíð havt eina serstøðu í ríkinum og í Evropa. Tað er umráðandi at halda fast um tað, eisini í Fólkatinginum.
Málið er, at Føroyar kunnu samstarva við øll heimisins lond. Tað krevur politiskt hegni, politiska erfaring og vilja at samstarva, at koma so langt.