Tað er heitið á einum politiskum kjakfundi, sum politiski felagsskapurin PolUng skipar fyri í annaðkvøld. Tiltakið verður á Seglloftinum á Tvøroyri.
Politisku ungmannafeløgini siga, at tey fara her at greiða frá sínum politiska hugburði og síðani at kjakast.
- Tiltakið er skipað av ungum, sum vilja gera ein mun, og tað er fyri øll, sum vilja vita meira um, hvussu vit kunnu taka lut í samfelagnum, siga fyrireikararnir.