Í morgin, mikudagin 19 januar, klokkan 10, verður pallborðsfundur í Auluni á Studentaskúlanum í Kambsdali. Tað er studentaskúlin og HF-skeiðið, sum skipa fyri tiltakinum, saman Handilsskúlanum á Kambsdali og PolUng, sum er felagið hjá politiskum ungmannafeløgum. Á fundinum fara politisku ungmannafeløgini at kjakast um viðurskifti, sum eru uppi tíðini.
Kjakvnini verða fjølbroytt, men eru skipað soleiðis, at tað ber til hjá øllum at fylgja við, og høvi verður so avgjørt eisini at seta spurningar.
Evnini, ið verða umrødd eru tey evni, sum dúgliga og dagliga verða viðgjørd í miðlum.
Á skránni er m.a. politiski pallurin í Føroyum, frá býtispolitikki til virðispolitikk.
Tiltakið er fyrinæmingunum á studentaskúlanum og handilsskúlanum á staðnum. Men onnur áhugað eru vælkomin og tað er ókeypis.










