Nývaldi formaðurin í Kadima, Tzipi Livni, hevur trupulleikar við at skipa stjórn Í Ísrael hevur tann víðgongdi átrúnaðarflokkurin Shaas havnað einari áheitan um at skipa stjórn saman við flokkinum Kadima og við Tzipi Livni sum forsætisráðharra.
Livni, sum var uttanríkisráðharri, tók herfyri við formansstarvinum í Kadima.
Tað eydnaðist henni at fáa Arbeiðaraflokkin við í stjórn, men teir báðir flokkarnir hava ikki meiriluta og bóðu tí Shas-flokkin koma upp í samgonguna, men til fánýtis.
Politiskir eygleiðarar í Ísrael siga, at avgerðin hjá Shas-flokkinum kann hava við sær, at nýval verður útskkrivað.