Ikki kann annað sigast enn, at politikkararnir fara at seta tsín dám á norðoyastevnuna í ár. Bert norðoyastevnudag verður tað ikki ein politikkari, sum fer at standa á palli og røða.
Tað verður Jórun Høgnesen, forkvinna í mentunarnevndini í Klaksvíkar býráð, sum fer at seta norðoyastevnuna 2004 úti í Klaksvíksgarðinum fríggjakvøldið klokkan 19.30. Har fer Klaksvíkar hornorkestur eisini at spæla nøkur løg.
Eftir kappróðurin norðoyastevnuaftan fer Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður at handa steyp og heiðursmerki.
Midnáttarrøðuna í ár fer Torbjørn Jacobsen, tingmaður at halda, og sum vanligt spælir hornorkestrið í ein hálvan tíma undan røðuni. Eftir midnáttarsamkomuna verður stórt fýrverkarí á Vágsbø og felagssangur í Vágstúni.
Norðoyastevnudag fer skrúðgonga við hornorkestri, skótum, hestum og ítróttarfólki úr Klaksvíksgarðinum heim í Vágstún, har Gestur Hovgaard, formaður í KÍ, fer at flyta fram røðu.