Eg var so óheppin at knúgvin á politiska peikifingurinum brotnaði, sigur Óli Petersen skemtandi, hóast hann hevur nógva pínu, og als ikki fyribils kann geva seg til kennis, við sínum speiligu tekningum á hesum plássi.
Ein morgun í hesi viku, koyrdi Óli Petersen konu sína, sum arbeiðir á Kambsdali, til arbeiðis. Tað gekst væl at koma leiðina fram, men tá Óli Petersen skuldi snara inn á landsvegin á Skála á heimvegnum, var brádliga øgeligt jarðrok, og hann sá ikki eina sponn fram.
Slapp væl frá tí
Óli royndi at steðga bilinum beinanvegin, men áðrenn hann visti av, hendi samanstoyturin.
Tíbetur hevði hin bilførarin gjørt somuleiðis. Hevði tað ikki hent, so vóru vit ivaleyst báðir kominir illa til skaðis. Hin bilførarin slapp óskalaður, men annar maður í bilinum brákaði øsbeinið. Tað hendir ofta, tá trygdarbeltið verður nýtt, siga tey, men tað er samstundis orsøkin til, at ikki størri skaði hendi, so tað er bert væl, sigur Óli Petersen, sum umframt at bróta knúgvan á høgra fremstafinguri, sum er lagdur í gips, eisini brákaði vinstra øsbein.
Eg veit ikki hvussu verður, men læknarnir siga, at tað helst ganga einar fýra vikur, áðrenn eg aftur kann brúka hondina.
Byrjar skjótt aftur
Læknarnir siga, at teir fara at hava eitt vakið eyga við hondini, so eg kann varðveita fremstafingurin, sum jú er mítt arbeiðsamboð.
- Teir siga, at eg slapp væl frá óhappinum, men enn er tað eins og ikki gingið upp fyri mær, tí eg havi so nógva pínu, sigur Óli Petersen, sum ætlar sær so skjótt sum til bera at royna at tekna aftur.
Hann sigur, at longutong á høgru hond er í lagi, og um hann setir blýantin í gipsið og stýrir við longutong, átti tað at borið til at gjørt tekninginar á baksíðusosialinum, tá ringasta pínan er av.
Valdi breiða vegin
Óli Petersen sigur kortini skemtandi, at soleiðis er, tá tú velur tann breiða vegin:
Tá hann henda dagin kom koyrandi inn á Skála, umhugsaði hann at fara eftir tí smala bygdavegnum, men tá hann sá, at breiði landsvegurin var væl ruddaður, valdi hann at fara tann vegin.
Tað eru ivaleyst tey, sum vilja siga, at eg skuldi valt tann smala vegin, sigur Óli Petersen, sum ikki kann halda sær at brúka hesa samanberingina.
Nógvir lesarar hava seinastu dagarnar ringt og sagt, at teir sakna tekningina hjá Óla P., men sum sagt eru útlitini ikki fyri at fáa tær dagsaktuellu tekningarnar.
Óli Petersen sigur, at um lesarar sakna tekningina so nógv, so fer hann at leita í goymsluni eftir tekningum, sum hann ikki hevur latið prenta - men, tó so, tað verða ikki tekningar við aktuellum innihaldi, sum júst um hetta mundið, er nógv at taka av, sigur Óli Petersen.