Ingolf S. Olsen
-------
"Vit fegnast um at skjøtil nú er settur á einskiljingina av Atlantsflog. Vit meta, at nýggju partaeigararnir fara at fáa eina jaliga ávirkan á felagið og fegnast um, at so nógv av starvsfólkunum ynsktu at gerast partaeigarar."
Soleiðis segði Bjarni Djurholm, táverandi landsstýrismaður í vinnumálum, eftir at ein triðingur av partabrøvunum í Atlantic Airways vóru seld í tíðarskeiðnum 19. – 27. november 2007.
Men tað bleiv ongantíð drigið nakað av nýsetta skjøtlinum. Til tess vísti politiska hoyggið seg vera ov tungt at draga.
Sambært lógini um einskiljing av Atlantic Airways, sum varð einmælt samtykt í Løgtinginum 28. apríl í 2006, skuldu tveir triðingar av partabrøvunum í flogfelagnum einskiljast – fyrst ein triðingur, og beinanvegin tað var gjørt, skuldi landsstýrismaðurin sambært lógini biðja Løgtingið um loyvi at einskilja seinna triðingin.
Men tað hendi ikki tá, og tað er ikki hent enn. Løgtingsval var tíðliga í 2008 beint eftir, at fyrsti triðingurin varð einskildur. Bjarni Djurholm fall á valinum og fór frá sum vinnumálaráðharri. Hann var tó varamaður og kom aftur á ting í september 2008, tá CHE-samgongan legði frá sær. Bjarni Djurholm var valdur aftur á ting á valinum í 2011, men hevur ikki verið landsstýrismaður síðani 2008.
Hildu ikki orð
Eitt stutt tíðarskeið, undir CHE-samgonguni, ið stjórnaði frá 4. februar til 26. september 2008, var Bjørt Samuelsen landsstýriskvinna í vinnumálum, men síðani hevur Johan Dahl rátt fyri borgum har.
Ongi stig eru tikin til at fremja lógarásetingina um at einskilja ein triðing afturat.
– Eg kann bara konstatera, at politiski myndugleikin ikki hevur hildið orð, nakað sum neyvan er til rós. Tað var spell, tí eitt samt Løgting samtykti annars, at einskilja tveir triðingar av felagnum, sum var grundað á eina drúgva, neyva, kostnaðarmikla og dygga gjøgnumgongd og meting um framtíðarútlitini fyri Atlantic Airways. Kanningar, metingar og einskiljingaruppskotið vóru fyrireikað og gjørd av føroyskari og útlendskari serfrøði. Øll tilgongdin, sum hon var, var tí burturav væl fyrreikað og bygdi á dygga parlamentariska undirtøku og fulla semju í landsstýrinum, sigur Bjarni Djurholm.
– Eg hugsi, at um eg var vitandi um gongdina sum bleiv, so hevði einskiljingargongdin kanska ikki verið sett í gongd, ella hevði verið heilt øðrvísi.
– Øllum kunnugt er verandi eigarastøða ikki í samljóði við einskiljingarætlanina, sum tað var breið semja um í Løgtinginum - ein eigarastøða, har landið framvegis er høvuðspartaeigari Tað var ikki ætlanin og forðar fyri teimum møguleikum fyri felagið, sum tað ætlandi hevði fingið við einum breiðari eigaraskara.
– Og so leingi Atlantic Airways reelt er eitt monopol, so kann felagið næstan gera akkurát, sum tað vil, staðfestir fyrrverandi landsstýrismaðurin.
Hann leggur dent á, at eitt gott loftvegis samband er ein høvuðsfortreyt fyri trivnaði og framburði í Føroyum, men hann er tó ikki sinnaður at leggja bond, eitt nú veitingarskyldu, á Atlantic Airways, sama um felagið er alment ella privat, hevur monopol ella fær kapping, og hann heldur heldur ikki, at tað almenna aktivt skal gera átøk, eitt nú við at veita stuðul av nøkrum slagi fyri, at fáa prísin niður á ferðaseðlunum.










