Nevndin, sum Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, setti at arbeiða fyri at økja um kvinnurnar lut í politikki, er framvegis óvirkin. Og nú hevur Politiski kvinnubólkurin mist tolið, og hevur gjørt av at fara aftur til verka við eitt nú at skipa fyri evnisfundum.
Endamálið við fundunum er at eggja kvinnum at fara upp í politikk og at skipa fyri upplýsandi fundum um politisk viðurskifti.<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Bólkurin er mannaður við teimum trimum kvinnunum á tingi, umframt umboðum fyri hinar politisku flokkarnar.
Evnið á fundinum í gjárkvøldið var Uppgávubýtið millum land og kommunu.
Eyðun Christiansen, ráðgevi hjá Føroya Kommunufelag, var fyrstur á skránni. Hann greiddi frá um tann fíggjarliga partin hjá kommununum. Síðani tosaði Ingibjørg Berg, aðalskrivari hjá Kommunsamskipan Føroya, um tann politiska partin. At enda tosaði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við kommunumálum, um kommunalpolitisku støðuna og ætlanum við uppgávubýtinum millum land og kommunur.
Orðstýrari á fundinum var Marjun í Kálvalíð.
Eftir ein lítlan kaffisteðg var kjak á skránni. Kvinnurnar høvdu nógv á hjarta, og kjakið var sera lívligt og áhugavert.
Einar 30 40 kvinnur vóru á hesum fundinum, sum er tann fyrsti síðani seinasta kommunuval.
Fundurin var ætlaður øllum teimum kvinnum, sum stillaðu upp til kommunuvalið í 2004.
Av teimum 250 uppstillaðu eru 51 valdar og sita í dag í bý- og bygdaráðunum kring landið. Seks av teimum eru borgarstjórar.
Politiski kvinnubólkurin sá dagsins ljós eftir eitt seminar á Hotel Føroyum í september mánaða fyrrárið. Semanrið var fyri kvinnuligar tinglimir í útnorðurlondum, og var tað fyrsta av sínum slagi.
Í tilráðinging hjá Útnorðurráðnum í 1999 varð samtykt at styrkja tað kvinnupolitiska samstarvið. Hetta skuldi gerast við at halda regluligar evnisfundir fyri kvinnuligar tinglimir og øðrum, sum arbeiða við javnstøðu. Samtykt varð, at kvinnuseminar skuldu haldast annað hvørt ár, og verður næsta seminarið í Grønlandið fyrst í juni mánaða í ár.
Politiski kvinnubólkurin ætlar at skipa fyri fleiri slíkum fundum. Eitt av evnunum verður nýggja vallógin. Næsti fundur verður tíðliga og heyst, og verður hann fyri øllum kvinnum, sum hava áhuga.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$









