Samgongan hevði fund á middegi í dag, har høvuðskjakevnið var yvirtøkan av fólkakirkjuni. Eitt mál, sum hevur fingið politikarar at ressast úr stólinum, og Hans Jacob Joensen at boða frá, at hann ikki setir seg í bispasætið aftur eftir 1. november.
Niðurstøðuna á fundinum fingu vit ikki áðrenn evstamark okkara, men áðrenn limirnir í politiska fylgibólkinum, sum hevur fylgt yvirtøkuni av fólkakirkjuni, fóru á fundin í dag, fekk Sosialurin orðið á fleiri teirra.
Sambandsflokkurin kennir seg ikki tryggan
Lisbeth L. Petersen úr Sambandsflokkinum er limur í politiska fylgibólkinum, sum hevur fylgt yvirtøkuni av fólkakirkjuni.
– Tað er ein ógvuliga álvarsom støða nú bispur hevur tikið seg aftur, og tað er eisini ein trupulleiki, tá kirkjuligi fylgibólkurin sær út til at vera í upploysn, sigur Lisbeth L. Petersen, ið tí hevur hug at rópa varskó. Hon heldur, at øll skulu kenna seg trygga við yvirtøkuna, men metir ikki tað er støðan júst nú.
– Sum landið liggur í løtuni kenni eg meg ikki trygga við yvirtøkuna, sigur Lisbeth L. Petersen.
Ikki ein dag longur enn til ólavsøku
Javnaðartingmaðurin og limur í politiska fylgibólkinum, sum hevur fylgt yvirtøkuni, Andrias Petersen, er harafturímóti sannførdur um, at kirkjan er klár til yvirtøku á ólavsøku.
– Javnaðarflokkurin er ikki sinnaður at brúka ein dag longur enn til ólavsøku at yvirtaka fólkakirkjuna, segði Andrias Petersen við Útvarpið í gjár, har hann eisini staðfesti, at í hesum landi má man viðhvørt taka nakrar avgerðir, sum hann málbar seg.
Fólkaflokkurin tryggur við yvirtøkuna
Fólkafloksins umboð í politiska fylgibólkinum, ið hevur fylgt yvirtøkuni av fólkakirkjuni, er Poul Michelsen. Hann viðgongur at ósemja hevur verið í bæði politiska og kirkjuliga fylgibólkinum um yvirtøkuna. Tað er einki óvanligt sigur hann og vísir á, at ósemjurnar hava verið av tílíkum slag, at tær ikki hava kunnað steðgað tilgongdini.
Hann vísir á, at tey nú arbeiða fram ímóti eini yvirtøku á ólavsøku, og tað í hesum arbeiðinum er týdningarmkið, at fólk eru samd. Hetta sær ikki út til at vera støðan júst nú, men Poul Michelsen metir ikki, at semjan verður størri ella breiðari, um bíðað verður við yvirtøkuni til eftir ólavsøku.
– Við at bíða verður tað ikki betur, slær Poul Michelsen fæst, og hann leggur aftrat, at hann kennir seg fullkomiliga tryggan við at yvirtaka fólkakirkjuna á ólavsøku.
Fólkakirkjan agn í valstríðið
Jenis av Rana, limur í politiska fylgibólkinum fyri Miðflokkin, er ikki í iva, tá hann verður spurdur um sína støðu í málinum.
– Vit áttu at brúkt leistin, har heimaarbeiðið verður gjørt fyrst og so yvirtaka, tá tað er klárt, sigur hann. Við øðrum orðum heldur Jenis av Rana, at tað ikki er rætt at yvirtaka fólkakirkjuna á Ólavsøku.
Formaður Miðfloksins finst eisini at Mentamálaráðnum og teirra handfaring av yvirtøkuni.
– Tað er heilt ófatiligt so lítið sum Mentamálaráðið hevur fingið burtur úr hesum her, so lítið at tað er syrgiligt, heldur Jenis av Rana, sum er av teirri fatan, at yvirtøkan av fólkakirkjuni er vorðin ein partur av valstríðnum.
– Yvirtøkan er vorðin ein prinsippsak fyri samgonguna, har tey kunnu siga, at hetta hava vit megnað. Yvirtøkan á ólavsøku skal vera ein seremoni, sum føroyingar skulu minnast, og tá farið verður í valhølini skulu veljararnir so minnast, at tað var henda samgongan, sum fekk yvirtøkuna framda, hugleiðir Jenis av Rana, sum heldur at hesi áttu at fingið sær annað valagn enn fólkakirkjuna.
Samgongan hektar andstøðuna av
Annita á Fríðriksmørk, limur í politiska fylgibólkinum fyri Tjóðveldisflokkinum, sigur, at tey í flokkinum eru ikki sørt provokeraði av, at samgongan nú hektar andstøðuna av í hesum málinum, ið annars skuldi eitast at vera eitt felagsmál fyri allar politisku flokkarnar.
– Samgongan hektar andstøðuna av og heldur fundir, har vit ikki eru boðin við, sigur ein ørg Annita á Fríðriksmørk.
– Við at ignorera andstøðuna, so ignorerar samgongan ein stóran part av Føroya fólki, heldur Tjóðveldistingkvinnan. Spurd beinleiðis, um Tjóðveldisflokkurin fer at seta seg upp ímóti, at eini yvirtøku av fólkakirkjuni á ólavsøku, svarar Annita á Fríðriksmørk, at Tjóðveldisflokkurin ikki fer at seta seg upp í móti eini yvirtøku.
Einasti limurin í politiska fylgibólkinum, sum ikki eru endurgivin í hesi grein, er Kári P. Højgaard í Sjálvstýrisflokkinum. Vit royndu at fáa fatur á honum og spyrja eftir eini viðmerking, men hetta eydnaðist ikki áðrenn evstamark okkara.
Politiski fylgibólkurin, sum hevur fylgt yvirtøkuni av fólkakirkjuni, er mannaður av hesum fólkum:
Poul Michelsen, Fólkaflokkurin
Lisbeth L. Petersen, Sambandsflokkinum
Andrias Petersen, Javnaðarflokkurin
Kári P. Højgaard, Sjálvstýrisflokkurin
Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldisflokkurin
Jenis av Rana, Miðflokkurin