Politiskar markeringar vorðnar vani

Málið um Postverki Føroya verður nú nýtt til politiskar markeringar úr hvør sínum leiri í samgonguni. Slíkar útmeldingar eru farnar at eyðkenna samgonguna


 

Markeringar frá hvør sínum veingi í samgonguni er nakað, sum síðani hørðu samgongustríðini er farið at eyðkenna samgongustevnið. Hetta er eisini galdandi fyri málið um at dagføra Posverk Føroya.

Uppskotið hjá Bjarna Djurholm um postvirksemi er eitt uppskot til eina generella lóg um postvirksemi í Føroyum. Sum so hevur uppskotið lílta ávirkan á, um sjálvt Postverkið verður dagført ella ikki.

Men fyri stuttum hevur landsstýrismaðurin við ábyrgdini fyri Postverkið alment gjørt greitt, at avleiðingin av, at uppskotið ikki varð samtykt hesa tingsetuna er, at Postverkið ikki verður dagført, og at tað fer at merkja uppsagnir og verri tænastustøði. Skuldina hevur hann í fjølmiðlunum givið Tjóðveldisflokkinum.

Síðani er Tjóðveldisflokkurin komin við almennum viðmerkingum um, at Postverkið sjálvsagt verður dagført, og at semjan um at dagføra tað stendur við. Harafturat hevur hann átalað, at Bjarni Djurholm tosar um, at tað helst verður neyðugt við uppsagnum innan Postverkið.

Alt hetta bendir á, at politikarar og politiskir flokkar í samgonguni í størri mun nýta vánaligu støðuna hjá Postverkinum til at markera seg politikst, enn at finna saman um, hvussu Postverkið kann dagførast.

Orsøkin er helst, at Tjóðveldisflokkurin á vinstraveinginum og Fólkaflokkurin á høgraveinginum hava heilt hvør sína hugsan um, hvussu betrast kann um Postverk Føroya. Og orsakað av vánaliga stevinum í samgonguni, melda flokkarnir út hvør í sínum lag, í staðin fyri at finna eina hóskandi loysn innanhýsis í samgonguni.