Samanlagt hava teir verið løgtingsmenn í meira enn 50 ár, teir hava verið løgmenn í 12 ár, og teir hava verið landsstýrismenn í 12 ár. Teir hava í nógv ár havt leiðsluna í sínum flokkum, hava flutt týðandi brikkar í føroyska samfelagnum og hava havt stóra undirtøku millum fólk. 
Men nú hava teir sett punktum fyri sínar politisku karrierur. 
Anfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard gevast nú í politikki. 
Fáir politikarar hava seinastu 20 árini havt vald, sum teir báðir hava havt, og nú teir takka fyri seg, skulu bæði flokkarnir hjá teimum og politiski heimurin venja seg við ein gerandisdag uttan tveir av sterkastu politikarunum í Føroyum í nýggjari tíð. 
Nú er nóg mikið 
Anfinn Kallsberg, sum er 63 ára gamal, var fyrstu ferð valdur í løgtingið 1980. 
- Einasti tinglimur, sum tá sat og sum enn er eftir, er Óli Breckmann. So hóast eg ikk meti meg sum gamlan, so eri eg gamal í politikki, sigur Anfinn Kallsberg. 
Hann segði, tá ið avgerðin um at gevast í politikki kom fram, at hann vildi gevast, meðan hann sjálvur kundi finna hurðina. 
Jóannes Eidesgaard rundar 60 í apríl mánaði, og hann var fyrstu ferð valdur í løgtingið í 1990. 
- Hetta er ein avgerð, sum hevur spøkt leingi, og nú var passaligur politiskur friður til at boða frá, at eg gevist, segði Jóannes Eidesgaard á tíðindafundi fyri viku síðani. 
Harvið hava teir báðir politikararnir, sum vóru løgmenn í Føroyum frá 1996 til 2008, takkað fyri seg. 
Fakta 
Navn: Anfinn Kallsberg 
Aldur: 63 ár 
Bústaður: Viðareiði 
Flokkur: Fólkaflokkurin 
Løgmaður: 1996-2004 
Landsstýrismaður: 1983-1985, januar-juni 1989 og 1996-1998 
Løgtingsformaður: 1991-1993 
Løgtingsmaður: 1980-2011
Fakta 
Navn: Jóannes Eidesgaard 
Aldur: 59 ár 
Bústaður: Tvøroyri 
Flokkur: Javnaðarflokkurin 
Løgmaður: 2004-2008 
Landsstýrismaður: 1991-1996, 2008-2011 
Løgtingsmaður: 1990-2011










