Vit skulu aftur til at loysa mál við politiskum avtalum millum tveir partar á jøvnum føti. Millum Føroyar og Danmark.
Í løtuni eru tað betonjuristar á ymsum stjórnarskrivstovum í Danmark, sum sleppa at føra orðið og pennin.
Konfrontatiónin við donsku stjórnina og polariseringin millum loysing og samband gevur teimum frið at arbeiða soleiðis. Eitt nú í málinum um nýggju stjórnarskipan okkara.
Vilja Føroyar og Danmark eina avtalu, so ber tað til, eisini um hon stríður móti onkrari paragraff í elligamlari grundlóg!
Tað hevur søgan prógvað fleiri ferðir. Heimastýrislógin er eitt dømi. Og avtalan um undirgrundina er besta dømið. Henda avtala átti ikki at borið til, men millum politiskar partar, sum hava álit á hvørjum øðrum, bar tað kortini til. So var eisini við kirkjuni, heimildini hjá føroyingum at samráðast sjávstøðugt osfr. Lat okkum koma inn aftur á hesa vinnaraslóð.
Hvørja ferð ein slík góð avtala er fingin í hús, hevur Javnaðarflokkurin verið ein høvuðsleikari.
Tað eru úrslitini av politiska arbeiðinum og ikki retorikkurin sum telja.
Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin