Politiska visiónin 2015 og strategiskt overload

Tað er fakliga áhugavert at fylgja gongdini í verkætlanini hjá landsstýrinum, um innihaldið og verksetanina av politisku visióini 2015

Reidar Nónfjall

Tað, sum eg serliga havi lagt til merkis er fyriskipanin av verkætlanini. Settir eru heildir 13 strategibólkar, sum hvør sær skulu lata frá sær eitt strategiskt upp-legg fyri eitt viðkomandi øki.

Tað vandamikla við gongdini í løtuni er, at landsstýrið setur hesa verkætlanina so stórt upp, at tey, sum skulu verða við til at seta strategiætlanina í verk heilt einfalt ikki megna tað við verandi tilfeingi, stór og smá mál hvørt um annað, stuttar tíðarfreistir, vantandi førleiki og vantandi fíggjaroka Vandin íkemur eis-ini við, at organisatiónirnar ella stovnarnir o.a. verða yvirbelastaðir, vegna tað, at stórur partur av fyrreikingunum og verksetanini av strategiskum arbeiði vanliga skal gerast síðuleypandi við dagliga raksturin - og ikki við eyka tilfeingi (tí hugtakið strategiskt overload).

Harafturat er vert at leggja til merkis, at tað er sera trupult at seta fokus, tá so nógvir strategibólkar og økir verða umrødd. Tað er ein gyltur regul í strategiskum arbeiði at seta fokus á innsatsøkir, sum geva størst virðisøking, størst nyttu-virði ella besta búskaparliga úrslitið - tosað verður enntá, um at seta ekstremt fokus. Uttan fokus er stórur vandi fyri kreativiteti uttan ítøkjulig úrslit.

Eisini eigur hædd at takast fyri strategieftirmeting - hetta treytar mátingar innan útvald økir - eitt nú um ávirk-anina á samfelag og vinnu. Við ikki at tryggja strategieftirmeting er vandi fyri, at avgerðartakarar og starvsfólk gera, sum tey eru von og arbeiða stuttsiktað - eitt nú við við dagligum rakstri og frá sak til sak.