Politiska støðan framvegis óviss

Alt vikuskiftið og kanska meira enn tað gongur, áðrenn Tjóðveldisflokkurin ger sína niðurstøðu í samgongukreppuni, sum enn einaferð setir politisku dagsskránna í Føroyum

Hóast Tjóðveldisflokkurin fundaðist heilt til á midnátt hósdagin og helt fram fríggjadagin, so fekst ongin loysn á samgongutrætuni, ið er íkomin, síðan løgmaður segði Annlis Bjarkhamar úr starvi.
Helst gongur alt vikuskiftið, áðrenn Tjoðveldisflokkurin ger nakra niðurstøðu í málinum. Sagt verður, at flokkurin fer at brúka ta tíð, sum skal til fyri at koma til botns í málinum, og tað hevur flokkurin eisini kunnað løgmann um.
Umframt uppsøgnina av landsstýriskvinnuni, so viðger flokkurin eisini samstarvið í samgonguni í síni heild. Stevið hevur verið óvanliga vánaligt, líka síðan samgongan varð skipað, og flokkurin umhugsar av álvara, um tað er vert at halda fram.
Enn er ongin nýggjur landsstýrismaður við mentamálum valdur, og til tað verður gjørt, umsitur Høgni Hoydal, varaløgmaður, eisini mentamál.