Politikarar eiga ikki dagliga at taka sær av rakstraruppgávum í politisku skipanini – tað hava vit embætisfólk til. Politikarar eiga í mest møguligan mun at taka sær av at loysa stórar mennandi uppgávur, sum flyta mørk. Í almenna rúminum hoyra vit um politskt klandur, smámál, persónálop og verjurøður, og ikki minst uppliva vit politisku tøgnina um tey stóru strategisku málini, sum eiga at verða á politisku dagsskránni. Fólk og vinna sóknast eftir, hvussu politiska skipanin aktivt kann verða við til at menna tilverugrundarlag Føroya.
Ein svartur kassi - black box
Vanliga verður ein politisk skipan í politilogi´ini fatað sum ein black box, ella ein svartur kassi. Eitt mál kemur td. inn í eina afturlatnað skipan, verður viðgjørt í pyramidum og labyrintum, við valdskampum, avtalum, “politiskum handlum” o.a. Síðan kemur málið liðugt viðgjørt útaftur í einum øðrum enda, ella kemur málið ongantíð út aftur ella avskeplað – ókenniligt og óbrúkiligt.
Politiska skipanin – ein black box
Ein slík politisk skipan ger seg meira og minni galdandi í flestu demokratisku londunum - við vantandi gjøgnumskygni og opinleika. Í Føroyum er politiska skipanin eyðkend m.a. við, at stutt kann verða millum tey fólkavaldu og fólk á gøtuni – sostatt vil politikarin merkja eitt eyka trýst frá veljarum og fær tí trupult við at raðfesta ella velja rationellar loysnir. Hetta kann so aftur ávirka tær avgerðir ella output, sum skipanin framleiðir. Vit kunnu eisini siga, at borgarin og lobbyistar í ávísum førum eru beinleiðis partur av arbeiðinum í black boxini – serliga í okkara lítla samfelag.
Fíggjarlógin 2009 í black boxini
Viðgerðin av fíggjarlógini 2009 er eitt aktuelt og viðkomandi evni, sum kann setast inn í hesa black box-skipan. Nevnast kunnu sjálvandi eisini onnur størri politisk mál í sambandi við rakstur og íløgur. Fíggjarmálaráðið og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fyrireika, samskipa og leggja fram eitt fullfíggjað fíggjarlógaruppskot 2009, sum síðan verður tikið inn í løgtingið og tess løgtingsnevndir. Tað, sum er farið fram í fíggjarnevndini kunnu vit bara gita um – td. samráðingar, avtalur og “politiskir handlar”.
Upprunaliga uppskotið kemur síðan útaftur í hinum endanum og tey fólk, sum eru rakt ella partur av samfelagsskipanini undrast og eru skelkað av úrslitinum ella produktinum. Formaðurin í fíggjarnevndini hevur gjørt sín part av taktiska arbeiðinum so mikið gott, at aðrir løgtingslimir eru sovnaðir í tímanum - eru síðan vaknaðir við kaldan dreym, men ov seint.
Politiska toppleiðslan, sum eru landsstýrisfólkini, eru við hesum sett heilt út av spæl. Teirra leiðsluarbeiðið er við hesum undirminerað samstundis sum tey ikki fáa greitt at vita frá løgtinginum, hvørji nýggj mál og mið skulu fylgjast (ella eru ongi mál og mið?). Her vantar í stórt mát evnini og førleikin til politiskt teamwork.
Tað er viðkomandi at spyrja:
Hvat er munurin á upprunaliga uppskotinum og tí, sum endaliga verður samtykt – eru ymiskir málsetningar, eru ymisk kriteriu brúkt fyri at býta rakstur og íløgur, er munur á raðfestingunum?
Er endaliga fíggjarlógin 2009 vorðin eitt betri amboð til at leiða og stýra eftir í krepputíðum ella stuðlar best undir búskaparligan vøkstur?
Hvørjar mannagongdir eru í heila taki brúktar og hvørjar eru formliga galdandi?
Hvør er javnvágin í ávirkan í tilgongdina at gera fíggjarlóg – hvør hevur reella valdið og ávirkanina – persónar ella smærri alliansur - og er henda javnvág farin av sporinum?
Politiska skipanin sýnist at hava verið serliga afturlatin í tilgongdini at gera fíggjarlóg 2009 - fólk og stovnsleiðslur skulu nú bara eta og svølgja tað, sum verður serverað. Stóri trupulleikin við at viðgera fíggjarlógina við stórum afturlatni og uttan at lurta eftir sakkunnleikanum, td. aðalráðunum, er, at aktørarnir og tey, sum skulu brúka játtanir, fáa ikki at vita, hvørji mál liggja aftanfyri og kunnu tí heilt einfalt ikki taka undir við politiska arbeiðinum og tí, sum skipanin serverar. Henda reaktión er mentala nátturan í menniskjanum og eisini starvsfólkum – loyalitetur og álit fer í botn. Politiskt fylgja ongi greið mið og mál við játtanunum fyri hvørt øki sær, stovn o.a. – avsendarin hevur onki andlit.
Boðskapir
Føroyingar fingu í 1994 nýggja stýrisskipan og í 1996 nýggja fíggjarlógar- og játtanarskipan sum úrslit av búskaparkreppuni. Endamálið var at tryggja greiðari uppgávu-, ábyrgdar- og heimildarbýti millum løgting og landsstýri og millum landsstýrisfólk (málsøkini) - og annars effektivisera búskaparstýringina hjá landinum (serliga styrkja útreiðslustýringina) og skapa rættartrygd.
Politiska arbeiðslagið í praksis sigur kortini alt um, at ongin skipan er betri enn tey fólkini, sum manna hesa. Tað er nógv, sum bendir á, at vit hava politikarar, sum ikki virða mannagongdir og opinleika, soleiðis sum eitt demokrati og nýmótans virkisskipan eigur at virka innanfyri. Tað er eisini nakað, sum bendir á, at politiskt vald og vit/skil fyri tað mesta ikki fylgjast at fyri tíðina. Tað sýnist eisini sum, at tað enn verður førdur lokalpolitikkur í løgtinginum og lægsti felagsnevnari brúktur at raðfesta eftir.
Politiski myndugleikin antin eksperimenterar ella letur standa til í samfelagnum – og roknar við, at loyvast kunnu nógvir størri og smærri feilir og bara koyra víðari. Politiska skipanin beinleiðis undirmetir álvarsligu avleiðingarnar av vantandi langtíðarætlanum og vantandi leiðslu, stýring og raðfesting.
Spurningurin er, um politikarar hava neyðuga innlitið í, hvat veruliga hendir í samfelagnum, í vinnuni, í fyritøkunum, millum fólk, í húskjunum, í kommununum og í útheiminum? Er tað so, at innlitið er lágt, so er væl skiljandi, hví ongin kann svara uppá, hvørjir strategiskir boðskapir eru frá fíggjarlógini fyri 2009 og ongi greið útspæl um málsetningar fyri framtíðina. Ein samfelagsbúskaparlig kreppa, sum Føroyar eru í, krevur greiðar politiskar útmeldingar úr black boxini.
Spurningurin er, hvussu fíggjarlógin 2010 fer at verða viðgjørd.